Skriva út

Ein prædika hjá Hanusi

08.07.2014 Tíðindi
Ein prædika hjá Hanusi

Prædika 3.s.e.tríeindardag 2014

Sálmar 539-235-271-378-385-309

Náði gongur fyri rætt

Eitt amerikanskt blað bað einaferð ein enskan rithøvund gera ein lista við teimum 12 bestu stuttsøgunum í øllum heimsbókmentum. Sum nr. 1 nevndi hann, uttan at blunka, líknilsið um hin burturvilsta sonin. Lukas er tann einasti av evangelistunum, ið hevur hetta líknilsið við, og vit eiga at vera takksom fyri, at vit í dag kunnu fegnast um hetta ófatuliga evangelii. Vit mugu hava í huga, at tað er Jesus, ið er frásøgumaður og opinberar Guðs kærleika og ta frelsandi náði, ið verður okkara í trúnni.

Mangan verður tikið til: “Úti er gott, men heima er best.” Tað var hendan lærdóm, sonurin nam sær, hann, ið lat seg draga av heimsins gyklan, ið leiddi skeiva leið. Hann hevði óivað í hyggju at finna eydnu í tí fremmanda langt burtur frá faðirhúsinum. Tá ið teir føgru dagarnir fóru at halla, og neyðin og einsemi bankaði á dyrnar, hendir nakað gleðiligt, tá gekk hann í seg sjálvan. Svongdin fekk tankarnar at leita til barnaheimið, til væl dekkað borð, og góð minnir frá barnaárunum. Hann hugsaði um pápan, eg vil heim.

Hin burturvilsti sonurin stóð nú við eitt vegamót. Men avgerðin var tikin, hann vildi heim. Ferðin heim mundi bæði vera merkt av ótta og vón, og til tíðir vóru sporini óivað tung. Vit leggja til merkis, at pápin hevur bíðað eftir, at sonurin skuldi koma heim, ein søkjandi faðir, ein kærleiksfullur og fyrigevandi faðir. Tá sonurin kemur heim verður hann hálsfevndur, og faðirin sigur við hann: “Barn mítt, tú skalt vera vælkomin heim. Eg taki ímóti tær við opnum favni. Vælkomin skalt tú vera í tínum sundur skrøddu klæðum og við allari synd tíni. Alt er tær fyrigivið.”

Hví fór tann yngri sonurin heimanífrá. Vildi hann flýggja frá einum køldum og innibyrgdum stórabeiggja? Ella hevði hann start seg blindan av tí afturvendandi dagliga arbeiðinum heima við hús? Ella var tað eitt triðja, ið fekk hann at taka hetta fetið burtur frá faðirinum. “Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast.”

Arvur er nakað, ið verður útgoldið eftir andlát, og so at biðja um at fáa arvin útgoldnan, áðrenn pápin er deyður, er tað sama, sum at siga:”Nú vil eg liva, sum um pápi er deyður.” Løgið er tað, at faðirin eftirlíkaði honum og lat hann fara. Hetta er eitt brot úr lívssøguni hjá mongum menniskjum. Av eini ella aðrari orsøk fóru tey heimanífrá burtur frá Guði. Á ein hátt er hetta ein søga um okkum øll. Føtur okkara funnu sjálvir vegin burtur frá Guði. Sonurin fór út í lívið. Har úti í tí fría lívinum upplivdi hann, at lívið so spakuliga syndraðist. Peningurin svann skjótt úr skinnposanum, og við teimum svann burtur allur samleiki hansara. At enda var eingin peningur eftir, og tankarnir fóru at leita heimaftur í faðir húsið.

Tá ið hann nærkaðist barnaheiminum, møtti hann pápanum, ið óivað hevði fingið fleiri grá hár á høvdið av stúran og longsli,. Men eygu hansara sóu við tað sama, hvør tað var, ið heim kom. Fyri onnur var sonurin ókenniligur, men faðirin kendi hann, sum tað so vakurt stendur, meðan hann enn var langt burtur, kendi faðirin hann.

Sonurin vildi nú, fyri at rinda aftur skuldina, sleppa at gera tænastu sum bønarmaður. Áðrenn hann fór heimanífrá, segði hann við pápan gev mær. Nú vildi hann tæna pápanum, eg havi syndað ímóti tær og eri ikki verdur at verða kallaður sonur tín. So mikið fekk hann sagt, og pápin mótmælti ikki, tí tað var satt. Men bønarmaður gjørdist hann ikki, tí pápin talaði at. Hann gav boð um at lata hann í stásklæðir og gera veitslu fyri honum. Hann kom heim at gerast bønarmaður, men bleiv sonur í húsinum. Soleiðis er Guð, og soleiðis er tað at koma til hansara í dag.

Hvat lívið enn gevur okkum av skeinum í lakkið og arr á sálina, kennir Guð okkum aftur, meðan vit enn eru langt burtur. Eygu hansara eru vend móti einum og hvørjum, ið farin er heimanífrá. Hann ynskir at síggja hann ella hana koma heim til opnan favn, veitslu og nýtt lív. Einasta niðurskriving av skuld, ið er gjørlig hjá Guði er, at skuldin verður strikað. Her er ikki gjørligt at býta, so Guð kann góðtaka tap. Alt tap verður skrivað á taps kontoina hjá Guði. Hetta eru gleðiboðini.

Líknilsi sigur frá tveimum brøðrum, ið vóru farnir av leið. Tann eldri hevði ikki skilt, hvat tað er at vera sonur í húsinum. Hann hevði ikki fatað hugtakið, at náði gongur fyri rætt. Teir báðir standa hvør sína megin lógina, men eru í syndini líka lagt burtur frá faðir kærleikanum. Tann yngri vegna lógloysi, og tann eldri vegna sjálvrættvísi, eg havi aldri gjørt ímóti boðum tínum, og hvør er lønin?

Báðir verða møttir við sama kærleika og opnum faðir favni. Tann yngri tók ímóti. Faðirin reisir hann aftur á føtur, hann verður boðin inn aftur sum sonur í húsinum. Men hvat vit tí eldra? Vit fáa ikki at vita, hvat hendir við honum, tað er sum um líknilsið ikki hevur ein veruligan enda. Tí hvussu tekur tann eldri hetta? Sum altíð, tá ið endin er opin, er ætlanin, at áhoyrararnir skulu koma til eina niðurstøðu.

Tá ið alt kemur til alt, snýr líknilsi um tann burturvilsta sonin seg ikki um tann eldra ella yngra bróðurin, men um Guð. Óansæð hvar tú ert staddur í hesum líknilsi, so vil Guð á tal við teg. Hugsar tú, at tað ikki longur er nakar vegur aftur til Guð, eg havi spilt burtur allar møguleikar mínar. Nú siti eg her, uppiborið, í køstinum. So vend tær til Guð. Hann kemur rennandi ímóti tær og bjóðar tær eitt lív í fyrigeving her og eitt ævigt lív í gleði og veitslu í tí komandi. Hugsar tú, eg havi verið trúgvandi alt mítt lív og ongantíð heystað nakran vinning av tí, og tú spyrt, hvat er alt hetta, eru tað tóm lyfti? So vend tær til Guð, og hann vil opna eygu tíni, so tú sært, hvussu nógv gott, tú longu hevur í lívi tínum, og hvussu nógv gott, tú enn ikki hevur fingið lut í heima hjá Guði. Tí Guð kemur altíð til tann ið søkir, altíð tilreiðar við fyrigeving, at lyfta okkum aftur á føtur. Vit skulu ikki gera okkum verd til nakað, alt verður okkum givið við trúnni á Kristus. Tað er ikki sum í ævintýrinum hjá H. C. Andersen um dunnuungan, sum at enda varð góðtikin, tí hann var umbroyttur til ein svana. Evangeliið er øðrvísi. Her verða vit góðtikin sum “ljótir dunnuungar” og verða umskapaði til svanir í Kristi Jesusi.

Líknilsi endar opið. Vit fáa ikki at vita, um eldri sonurin fer inn til veitsluna, ella um hann áhaldandi er vreiður.

Spurningurin er opin til okkara, sum eru áhoyrarar í dag. Venda vit okkum frá evangeliinum, ella um vit hava veitslu saman við hinum, sum eisini eru óverdigir syndarar. Amen.