Ein nýggjan lestur hvønn sunnudag í advent
Adventslestrar: Hóast mong mundu viljað tað, er ikki øllum beskorið at kunna sleppa í kirkju ein sunnudag.
Tað kann vera elli, sjúka ella annað, sum forðar teimum í hesum. Men hesi hava tó tann fyrimun, at Kringvarpið sendir gudstænastur bæði í útvarpinum og í sjónvarpinum.
Hinvegin bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin í Nesvík nú eina tænastu, har ávísir lestrar verða lisnir í adventini – lestrar eftir Jákup Dahl og úr tveimum av lestrabókum hansara ”Meðan hildið verður heilagt” og ”Í lýsing”.
Við einfaldari, men kortini vælvirkandi útgerð, hevur aðalskrivarin í Heimamissiónini, Andrias Magnussen lisið hesar lestrarnar inn.
- Nei, eg eri ikki vanur at lesa lestur í Fríðrikskirkjuni. Men eg eri kortini vanur at standa fram og lesa upp, ta tíðina eg var lærari, greiðir Andrias frá.
Í familju hansara er tað ikki ókent at hava eina tænastu í kirkjuni. Sjálvur røkir Andrias eisini tænastu við Fríðrikskirkjuna, har hann er ein av klokkarunum.
Øðrvísi orðingar
Í Føroyum eru væl omanfyri 60 kirkjur, og sum vituligt er, kann ein prestur, sum hevur fleiri kirkjur at røkja, ikki vera í øllum teirra sama sunnudag.
Her á landi hevur ein ístaðin eina skipan við sonevndum deknagudstænastum ella gudstænastum við lestri, har deknurin við kirkjuna lesur upp eina prædiku hjá einum presti.
Í flest øllum kirkjum er gudstænasta hvønn sunnudag, annaðhvørt við presti ella dekni, men á summum støðum er bert gudstænasta, tá prestur er.
Henda skipanin hevur havt sín stóra týdning fyri kirkjulívið bæði í stórum kirkjum, men so sanniliga eisini í teimum smærru kirkjuliðunum á útoyggj. Á henda hátt kunnu fólk sleppa í kirkju hvønn sunnu- og halgidag í árinum.
Eitt annað er, at lestrarnir eru skrivaðir av øðrum prestum ella leikfólki, og orða hesi seg tí mangan á ein øðrvísi hátt enn staðbundni presturin. Hetta ger, at ein lestur kann gerast ein ”prædika” fyri mong á ein annan hátt.
Og við hesi nýggju tænastuni hjá Heimamissiónini ber nú til at hoyra fýra adventslestrar, meðan tú ert heima við hús, á ferð ella aðrastaðni.
Sama grundarlag
Hugskotið at lesa slíkar lestrar inn, og soleiðis fáa teir longur út til fólk, er ikki so øgiliga gamalt, verður upplýst.
Tey á málgagninum hjá Heimamissiónini, ”Trúboðin” settu seg herfyri at tosa um, hvat íkast hesin miðilin kundi koma við í tíðini uppundir jól.
Hugskotið kom tá, at gera nakað heldur øðrvísi: At lesa ein lestur til hvønn sunnudag í adventini. Sum sagt, so gjørt. Undir korona-tíðini løgdu út lestrar á skrift, eins og tey hava lisið onkra bók inn, sum enn kann hoyrast á Trúboðanum.
- Hetta hugskotið fall í góða jørð, og vit avgjørdu at seta tað í verk, greiðir Andrias Magnussen frá.
Undir korona fingu tey loyvi at brúka alt tilfarið sum fólkakirkjan eigur. Nú var so hildið fram við somu ætlan, tá tann fyrsti lesturin var lisin inn til 1. sunnudag í advent, sum var at hoyra síðsta sunnudag.
Tað kann nevnast í hesum sambandi, at grundarlagið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er tað sama sum hjá Fólkakirkjuni. Virksemið byggir á Guds orð og á ta evangelisk-luthersku læruna.
Góður við lesturin
Hesin fyrsti lesturin í hesum umfarinum var tikin úr bókini ”Meðan hildið verður heilagt”. Jákup Dahl, próstur gav í 1934 út prædikusavnið ”Í lýsing”, meðan henda bókin við lestrum kom út eftir deyða hansara.
Allir lestrar hava sín týdning, og fyri Andrias Magnussen hevur hesin lesturin til 1. sunnudag í advent, sum er um tá Jesus ríður inn í Jerusalem, ein heilt serligan týdning.
- Jú, hesin lesturin hevur sína søgu, tí hetta er ein teirra, sum eg havi hoyrt mangar ferðir lisnan sum yngri, og sum eg eisini eri vorðin góður við.
- Hann er bæði góður og haraftrat tíðarleysur, so hann er eisini viðkomandi í 2022, hóast hann er skrivaður í 1934, sum nevnt verður í bókini, vísir Andrias á.
Andrias hevur av foreldrum sínum verið leiddur bæði í missiónshús og kirkju, her hann minnist fleiri av teimum eldru deknunum, millum annað abban og mammuna, lesa júst henda sama lesturin fyri kirkjufólkinum, bæði í gomlu kirkjuni á Nesi og í Fríðrikskirkjuni.
- Eg vóni, at fólk fáa gleði av hesum lestrunum. So var endamál okkara rokkið, endar Andrias Magnussen samrøðuna.
Eingi tøl eru fyri, hvussu mong hava lurtað eftir hesum fyrsta lestrinum. Staðfestast kann tó, at 72 lurtarar hava downloadað hann.
----
Tann fyrsti lesturin til 1. sunnudag í advent kann hoyrast við at trýsta her.
- - -
Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini lesur lestur hvønn sunnudag í adventini.
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)