Skriva út
Ein merkisverdur syftunsøkudagur
30.06.2017 Tíðindi
Syftunsøka var fyri fimmti árum síðan ein merkisdagur í kirkjusøgu okkara. Henda dagin, 2. juli 1967, ið var sætti sunnudagur eftir trinitatis, var prestvígsla í Havnar Kirkju. Kjartan Mørkøre, ættaður úr Klaksvík og kallaður til prest í Suðuroyar syðra prestagjaldi, var tann fyrsti, ið var prestvígdur síðan Jens Riber, biskupur, góð 400 ár frammanundan var farin úr Føroyum og biskupsstólurin í Kirkjubø varð niðurlagdur. Hetta var samstundis eisini fyrstu ferð, at prestvígsla var í Havnar Kirkju. Allir heimastaddir prestar vóru við til hesa minnisríku gudstænastu
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail. com
Sunnudagin 2. juli er syftunsøka. Dagurin verður hildin til minnis um enska biskupin Swithun í Winchester í Onglandi, sum doyði 2. juli 862. Siðurin at halda syftunsøku í Føroyum er helst komin úr Noregi.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð, at 2. juli er eisini ein gomul mariumessa (vitjanardagur Mariu), hildin til minnis um, at Maria moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyparans, ið hevur 24. juni sum minnisdag.
Swithun var biskupur í Winchester frá 852 til 862. 15. juli 1071 varð hann skýrdur halgimenni og er minningardagur hansara í Onglandi henda dagin, men í Føroyum og Noregi 2. juli, sum er deyðsdagur hansara. 22 ár seinni – 15. juli 1093 – verða beinini flutt í ta nýggju dómkirkjuna í Winchester, men í 1538 varð skrínið við beinunum forkomið. Í 1540 beyð Heindrikur kongur VIII, at kirkjan skuldi kallast Halga Tríeindarkirkjan. Í Onglandi vóru 43 kirkjur vígdar Swithuni.
Til Noregs er swithunardyrkanin ætlandi komin við onglendinginum Reinaldi, sum doyði í 1135. Hann var fyrsti biskupur í Stavanger, og dómkirkjan har varð vígd Swithuni.
Søgan sigur, at Swithun fyrst varð jarðaður uttan fyri kirkjuna eftir egnum ynski. Nøkur ár seinni hildu munkarnir tað vera spell, at hann skuldi liggja har og fóru undir at flyta kistuna inn í kirkjuna.
Tann dagin, kistan skuldi flytast, fór at regna so illa, at har gjørdist einki. Tað regnaði í samfullar fjøruti dagar, so munkarnir gjørdu av at lata Swithun liggja, har hann lá og bygdu ístaðin eitt kapell yvir grøvini.
Axel Tórgarð sigur í bók sínari um dagar og nøvn í álmanakkanum, at av hesum stavar helst pátrúgvin um, at sum veðrið er á syftunsøku – gott ella ringt – fer tað at vera í fjøruti dagar.
»Hátt setir sál mín Harran«
Sum nevnt er 2. juli eisini ein mariumessa, tí at hann er vitjanardagur Mariu, til minnis um tað, sum sagt verður frá í Lukasar evangeliinum (1,39-56).
Tað er á hesari vitjan hjá Elisabeth, at Maria mælir tey orðini, sum síðan hava fingið navnið »Lovsongur Mariu« ‒ »Hátt setir sál mín Harran«. Í katólsku kirkjuni hevur hesin lovsongur fingið navnið »Magnificat«, ið kemur av latínsku orðunum »at seta hátt«. Ið hvussu er kann sigast, at í hesum lovsongi eru tey orðini gingin út: »Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa.«
Tað eru tær mongu mariumessurnar so dømi um, ikki minni enn átta í tali: gitnaðardagur, føðingardagur, Mariu offurgerð, trúlovingardagur, boðanardagur, vitjanardagur, ferðin í halgidómin fjøruti dagar eftir føðingina – sami sum kyndilsmessa – og so himmalsferðardagur Mariu.
Dagurin, ið her verður nevndur vitjanardagur Mariu, varð ásettur av pávanum Urbani VI í 1389, men hann varð avtikin sum heiligdagur í danska-norska ríkjasambandinum í 1770.
Bundin at kalli og lyfti
Og nú til prestvígsluna í Havnar Kirkju á syftunsøku fyri fimmti árum síðan, tá Jákup Joensen, biskupur, vígdi Kjartan Mørkøre til presttænastu sína. Biskupur talaði út frá Matt. 28,18-20:
»Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: Mær er fingið alt vald í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar, við tað, at tit doypa tey til navn faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.«
Og so segði biskupur m.a.:
Tvinnir eru stovnarnir her á landi, sum eru nógv eldri enn allir hinir, Føroya Løgting og Føroya Kirkja. Í eini túsund ár hava hesir báðir stovnar havt tað stavnhald: at virka fyri rætti og rættvísi her á landi, at halda uppi ella seta í verk tiltøk, ið kundu vera til frama fyri lívi og lukku hjá tí fólki, sum búði í hesum oyggjum. Og teir menn, ið starv varð litið til á tingi ella kirkju, vórðu steðgaðir á av einum seremonii, áðrenn farið var til verka. Hesin seremoniur hevur tað endamál at minna viðkomandi á ta ábyrgd, hann átekur sær, tað stavnhald, hann eigur at hava í arbeiði sínum og tey rættindi, ið vera honum givin.
Onkur spyr nú: Hvør er meiningin við prestvígslu?
Prestvígslan er ein upptøka í kirkjuna til eitt arbeiði. Ein upptøka, ið gevur rætt til at virka sum prestur á einum ávísum staði, og hon er áminning um ta skyldu, sum tann, ið prestvígdur verður, hevur fyri Gudi og tí kirkju, sum lítur honum til at gera tænastu við doypifunt, altarborð og á prædikustóli.
Tað er hin evangelisk lutherska kirkjan, sum gjøgnum hesa prestvígslu í Havnar Kirkju – tann fyrsta á hesum staði – ið tekur sær ein mann til presttænastu.
Í flestu førum er bert ein prestur í hvørjum prestagjaldi. Tí verður prestur tann einstaki millum fjøld av fólki, og arbeiðið hevur við sær, at prestur mangan kennir seg einsamallan – til dømis skal hann arbeiða mest, tá ið øll hini hava hvíld. Og tá ein sigur so og annar so, skal prestur eins og profetarnir hevja rødd sína og siga: »So sigur Harrin!«
Lyftið, sum Jesus gav lærusveinum sínum: »Eg eri við tykkum,« gevur hann eisini tygum, og tað skulu tygum líta á í prestaeinsemi tygara.
Ein prestur er bundin til kall sítt og av prestlyfti sínum, men annars er eingin so frítt stillaður í abeiði sínum sum ein prestur í okkara kirkju. Hann skal ikki leggja fram roknskap viðvíkjandi døgum og tímum, um hann arbeiðir við hesum ella hasum, ella um hann ikki arbeiðir.
Og tó verður talað um roknskap, tí prestlyftið endar við orðunum: »Alt hetta lovi eg við roknskapardegnum fyri eyga.«
Við hesum í huga eiga vit prestar at minnast Jesu orð: »Sí, eg eri við tykkum.«
Eftir ápostólskum siði
Eftir at biskupur hevði dvølt eitt sindur við orðini í Ápostlasøguni, har Pætur ápostul sigur: »Men vit vilja halda trúliga á í bønini og tænastu orðsins,« vendi hann sær beinleiðis til prestin og segði:
»So handi eg tær nú hitt heilaga presta- og prædikuembætið eftir ápostólskum siði í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans við rætti og myndugleika hereftir sum tænari Guds og Várharra Jesus Krists at prædika Guds orð til aga og troyst, bæði alment og í einingi at geva teimum, ið iðra seg um syndir sínar avloysing, at handfara tey heilagu sakramentini soleiðis sum Várharra Jesus Kristus sjálvur hevur fyriskipað tey, at hava umsorgan fyri tí kirkjuliði, har tær er litið tænastu til, og annars í øllum, sum hetta heilaga kall títt umfatar eftir Guds orði og kirkju várs fyriskipan.
Gævi at Gud sjálvur av náði síni fyri Jesu Krists skuld ger teg dugandi til hesa tænastu, so at tú mást íðka hana Gudi til heiðurs og ríki hansara til frama. Tað vilja vit nú biðja um hvør við øðrum.«
Tá bønin var at enda komin, vendi biskupur sær til allar prestarnar við orðunum: »Til hetta sigið tit allir av hjarta amen.«
Prestarnir søgdu í kór: »Amen.«
Og biskupur endaði við orðunum: »Í Jesu navni, amen.«
— — —
Kjartan Mørkøre var sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi við bústaði i Vági frá 1967 til 1971. Frá 1971 til 1976 var hann kalskapellánur í Suðurstreymoyar prestagjaldi og frá 1976 til hann fór frá við eftirløn seinnu helvt av 1990-árunum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Sum pastor emeritus hevur Kjartan Mørkøre sítt otium í Brøttulíð í Havn. Bústaðin sum sóknarprestur hevði hann við Landavegin.
(MYND)
Uttan fyri Vágs kirkju. Kjartan Mørkøre, prestur, Jákup Joensen, biskupur, og Ella Dahl Nolsøe, organistur. Gentan er Katrin, dóttir Kjartans. Henda dagin handaði biskupur Ellu heiðursmerki frá kongi fyri trúgva tænastu í Vágs kirkju. Hon var organistur í meira enn fimmti ár
Onnur tíðindi