Ein maður sum altíð heldur avtalurnar
– Tað hevur fyri meg havt sera stóran týdning, at hava havt ein so trúfastan persón at arbeiða saman við í sambandi við andaktir og gudstænastur á Landssjúkrahúsinum. At tað hevur verið tann sami øll árini fyri tað mesta, hevur eisini gjørt sítt til, at talan hevur verið um eina støðuga tænastu.
Tað sigur Sverri Steinhólm, sum hevur samstarvað við Henry Debes Joensen síðani á jólum í 1995, tá ið Sverri gjørdist sjúkrahúsprestur og kom inn í tænastuna, Henry longu tá hevði røkt í mong ár.
– At arbeiða saman við einum, ið altíð heldur avtalurnar, er ótrúliga gott. Gert tú eina avtalu við Henry um okkurt, sum skal vera fleiri mánaðir frammi í tíðini, nýtist tær ikki at spyrja ella rætta nakað inn, tí hann er bara har, tá ið hann skal vera har. Tí hevur tað verið so lætt at møtt upp, tí tingini koyra bara sum tey skulu, sigur hann.
Frá eini deild til aðra
Andaktir og gudstænastur eru á ymsum deildum á Landssjúkrahúsinum hósdagar, og gjarna er talan eini tvey ella trý støð hvørja ferð. Og hjá Henry hevur tað ikki bara verið so einfalt, at hann hevur kunnað sett seg niður og spælt, tí fyrst skal riggast til.
– Eitt orgul á hjúlum, sum stendur í forhøllini ella onkra aðrastaðni, skal trillast upp á pláss og setast til, so klárt er at spæla. Harumframt hevur hann passað hátalarar og mikrofon, og tá ið liðugt er, skal alt riggast av aftur á hvørjari deild, áðrenn farast kann víðari til ta næstu, sigur Sverri.
– Gamaní, hevur tað verið øðrvísi í kapellinum, tí har stendur jú eitt orgul klárt at spæla á. Men eisini har hevur trúfestið hjá Henry veruliga gjørt mun, tí vit onnur hava kent okkum trygg við, at hann møtir upp hvørja ferð.
Dugað væl við fólki
Sverri Steinhólm rósar eisini Henry fyri at duga sera væl við fólki, so tí hevur tað verið eitt sera týdningarmikið arbeiði, hann hevur gjørt hesi árini. Tá ið Henry hevði spælt á Landssjúkrahúsinum í 40 ár, fekk hann fortjenstmedaljuna frá drotningini, men hann hevur eisini gjørt so nógv annað enn bara spælt orgul.
– Hann hevur dugað væl við fólki, bæði at práta við fólk og at vera um tey, sum eru illa fyri. Tað hevur hann gjørt nógv við úti á deildunum, so eisini tað hevur verið ein partur av tí heila, sigur sjúkrahúspresturin, ið nú skal finna onkran annan at taka við eftir Henry.
– Vit plaga at siga, at maður kemur í mans stað, so tað man fara at bera til. Nú hava fleiri fólk verið í tænastuni og loyst av, tá ið Henry hevur havt feriu ella verið frá, so eg vóni bara við, at vit finna onkran til ta tænastuna. Tað eru óivað fleiri, sum dugað.
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen