Ein lykt á gøtuni
Boðanardagur Mariu – Mariumessa, á latíni »Annuntiatio Beatæ Mariæ Virginis« – er ein av týdningarmestu merkisdøgunum í kirkjuárinum. Dagurin er 25. mars, níggju mánaðir fyri jóladag, føðingardag Frelsarans.
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Nasaret, til eina moyggj, ið var trúlovað einum manni, ið æt Jósef, av Dávids ætt; navn moyar var Maria. Og eingilin kom inn hjá henni og segði: »Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, tú sum er vælsignað av kvinnum!« Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. Og eingilin segði við hana: »Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur fingið náði frá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.« Men Maria segði við eingilin: »Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?« Og eingilin svaraði og segði við hana: »Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.« Men Maria segði: »Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!« Og eingilin fór frá henni. (Luk. 1, 26-38)
Mariumessudagur 25. mars verður hildin til minnis um boðan eingilsins til Mariu moy, sum nevnd er í Lukasar evangeliinum, 1. kap., ø. 26-38.
Eingilin Gabriel heimsøkir Mariu og sigur henni, at hon skal verða við barn. Unga moyggin fekk her boðan um føðing Jesu. Ein av týdningarmestu doktrinunum í kristnu trúnni.
»Boðan Mariu« er eitt sera vanligt myndevni í kirkjulist víða um heimin og aðrari kristiligari myndlist. Men lítið er til í Føroyum av kirkjuligari list. Krotaðu stólarvangarnir í Kirkjubø og onkur smákrossur við Kristusi eru at kalla tað einasta, vit eiga av slíkari list úr gomlum døgum.
Tað er møguligt, at meira hevur verið til í gomlum døgum, og at nógv er farið fyri skeytið ella forkomið. Kirkjurnar vóru av viði og hildu ikki leingi, so at nýggjar kirkjur ofta vórðu bygdar.
Men allar staðir í útlondum hava listamenn kappast um at mynda Mariu moy, bæði í høggmynda-, træskurðar- og málningalist. Helst hevur hon verið avmyndað saman við syni sínum, ella í tí løtu, tá ið eingilin kom til hennara við boðunum um, at hon skuldi verða við barn og eiga sonin, sum skuldi verða kallaður sonur hins hægsta, sum evangeliiteksturin til boðanardag Mariu eftir fyrru tekstarøð ljóðar.
Hvør hevur so roynt sum best at sýna tað fram, sum eyðkendi Mariu moy – reinleiki, eyðmýkt, lýdni og trúgv. Tað er ikki at undrast á, at hon so ofta hevur verið avmyndað, tí at sál hennara var so skær. Og hon eigur nógv, sum vit áttu at lært av.
»… sum skriftin sæla kallar«
Tó var tann tíð í kirkju okkara, at ov nógv var gjørt burtur úr Mariu moy. Sum Harrans móðir var hon so høgt í metum, at fólk gloymdu, at eisini hon var syndari og bert kundi verða frelst av náði.
Og so koppaði myndin av henni heilt – at fólk í okkara londum lítisvirdu Harrans móður. Og tað er spell. Her átti fólk at lært seg javnvágina og ikki bara potað alt í annan leypin so klyvin skeiklaðist.
Síðan kirkjunnar fyrstu dagar hevur verið víst á Mariu sum eitt fyridømi. Og so væl koma eyðkenni hennara fram í skriftini, at hon saktans kann verða ein lykt á gøtu okkara. Men halgimenni at tilbiðja er hon ikki í okkara lutersku kirkju.
Nakað er í Mariu av iva, tá ið hon við undran spyr eingilin, hvussu tað kann bera til, at hon kann verða við barn, av tí at hon ikki veit av manni. Men hetta er ikki tann ivin, ið vantrúgvin er. Heldur tann ivin, sum ikki vil vera svikin. Og júst av trúgv Mariu hava vit nakað at læra.
Maria moy lítur til fulnar á Guðs orð og lyfti. Í lýdni vil hon gera alt, sum Guð vil og syngur honum lov í tí songi, sum verður nevndur »Lovsongur Mariu«, og sum teir gomlu kirkjumenninir á latíni nevndu »Magnificat« eftir teim fyrstu orðunum í honum ‒ at seta hátt:
»Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítisvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hansara. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítisverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!« (Luk. 1, 46-56)
Ikki dylist, at vit hava Mariu nógv fyri at takka. Hitt dýrasta, sum evangeliið til boðanardagin vísir okkum á, er tó ikki sjálv móttøkan av gávuni, men heldur gávan sjálv. Tí syngja vit:
Maria var moyggin rein og skær,
sum skriftin sæla kallar,
í heim Guðs einkarson hon bar,
sum ein ber yvir allar,
hann trælir av fjøtrum hevur loyst
og blóð sítt út oyst
at bjarga oss heim til hallar.
(Hans Thomissøn, 1569. Tý.: Gudm. Bruun)
Í morgunlestri til mariumessu sigur Axel Tórgarð:
‒ Tað er ikki gott at vita, um tað hevur verið tilætlað og við vilja, at skaldið Mikkjal á Ryggi til tann vakra sálmin »Góð tann mariumessan var« hevur brúkt eitt so jólaligt lag sum »Fagur himin er at sjá«.
Men tilætlað ella ikki, so er henda samansetingin beinrakin. Tí at tað, sum býr undir orðunum í sjálvum sálminum, og tað, sum hesin dagurin, mariumessa um várið ella boðanardagur Mariu, hevur at siga okkum, er jú einki annað enn tann gleðiboðskapur, sum ljóðar á jólum. Boðanin til Mariu um, at hon skal bera ein son í heim, er jú ein fyrijáttan av tí gleði, sum skuldi vera fyri alt fólkið: Tykkum er í dag ein frelsari føddur.
Og tá ið vit so hoyra lovsongin hjá Mariu, kunnu vit ikki siga annað enn, at tað er eins og ein jóladámur yvir honum. Á sama hátt sum orð og lag í sálminum »Góð tann mariumessan var« hóska saman, er grundtónin, lagið sum býr undir orðum Mariu, gleðiboðskapurin um Guðs frelsu.
Fimti sunnudagur í føstu
Frá mariumessu 25. mars teljast teir 275 dagarnir til jóla, tá Jesus var føddur, samanberandi við gamla latínska navnið »Conceptio Christi«.
Av tí, at 25. mars viðhvørt er í páskaviku, hava reglur verið fyri øðrum hóskandi degi. Í Norsku Lóg Kristians fimta frá 1687 er ásett: »Mariæ Bebudelsis Dag […] skal holdis paa Palme-Løverdag, dersom den indfalder paa Palme-Søndag, eller derefter«.
Tað er at siga, um 25. mars var pálmasunnudag, skuldi boðanardagur Mariu verða hildin dagin fyri, pálmaleygardag. Eftir at skarvað varð av halgidøgunum í okkara lutersku kirkju í 1770 varð boðanardagur Mariu ásettur fast til fimta sunnudag í føstu.
Bæði tann rómversk-katólska kirkjan og griksk-ortodoksa kirkjan halda boðanardag Mariu 25. mars. Undantakið hjá rómversk-katólsku kirkjuni er kortini, at er dagurin í páskaviku, verður hann hildin annan sunnudag eftir páskir.
Vanligasta konufólkanavn í Føroyum
Maria, við frábrigdum, er mest brúkta konufólkanavn í kristna heiminum. Við hvørt hevur tað kortini verið hildið ov heilagt til fólkanavn, og tað man vera grundin til, at tað hevur verið lítið brúkt í Norðurlondum í miðøld.
Fleiri kvinnur í Nýggja Testamenti og eitt ótal av halgikvinnum hava itið Maria; tann kendasta og tann, sum fyrst og fremst hevur gjørt navnið so umtókt, er sjálvandi Maria moy, mamma Jesus. Aðrar kvinnur í Nýggja Testamenti eru Maria Magdalena, sum Jesus rak sjey illar andar úr, og sum síðan fylgdi honum, og Maria úr Betánia, sum salvaði føturnar á Jesusi.
Fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjá Mariu moy, í Føroyum; sum frammanundan nevnt: mariumessa um várið, 25. mars: til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi bera Jesus í heim, mariumessa 15. august: til minnis um himmalsferð hennara, og mariumessa um heystið, 8. september: hildin sum føðingardagur hennara, og at enda mariumessa síðara, 15. september: til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu fyri tær líðingar, sonurin mátti tola (sb. Luk. 2, 35).
Maria er vanligasta konufólkanavnið í Føroyum. Tað er úr latíni, runnið av hebraiska navninum Mirjam. Verður sagt til at merkja: »ynskt til eitt barn« ella »uppreistrarlyndi« ella »beiskleikahav«.