Skriva út

Ein krossmerktur dagur

03.05.2016 Tíðindi
Ein krossmerktur dagur

Nakrar hugleiðingar um krossmessu

Pól á Kletti

poulkletti@hotmail.com

»Á krossmessu.« Soleiðis umsetir Marius Johannesen fyrstu orðini í skaldsøguni »Bør Børson« eftir norska rithøvundin Johan Falkberget: »Først i maj.«
Krossmessa er 3. mai. Hetta er beinrakin týðing – at flyta tíðarbilið yvir í dag, sum vit kenna og hava fyri munni í sambandi við velting, lembing og veðurlag. Hetta ilsliga veðrið, ið knappliga kann bresta á um hetta mundið, og sum nevnt verður »krossmessusnertur«.
Krossmessa verður hildin til minnis um, at keisarinnan Helena fann Kristi kross. Og mangar sigast tær kirkjur og tey kleystur kring heimin vera, ið goyma flís av krossinum sum halgigrip.
Axel Tórgarð, prestur, helt einaferð skemtiliga fyri, at hetta má hava verið ein óføra stórur krossur, tí um allar hesar mongu flísarnar av honum vóru savnaðar saman, fyltu tær upp í fleiri timburgoymslur.
Helena var móðir eysturrómverska keisaran Konstantin mikla. Hon fór á gamalsaldri pílagrímsferð til Jerúsalems, og tað var stóra ynski hennara at finna krossin, sum Kristus varð festur á. Hon leitaði fyrst eftir grøv Jesu, og í nánd av henni fann hon krossin, og eisini naglarnar, hann var festur við, og fjølina við innskriftini, ið varð sett á krossin. Helena doyði í árinumn 329.
Krossmessa hevur verið hildin í øllum kristnum londum síðan tíðliga í miðøld. Í Norðurlondum hevur henda katólska halgileivd verið varðveitt eftir trúbótina. Í Onglandi verður hon rópt Holy Cross Day.
Um hvussu heilag krossmessa hevur verið, sigur Axel Tórgarð soleiðis frá í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« (2. br. útg. 2008): Í katólsku tíðini hevur hon verið hildin heilag sum sunnudagur og enntá sum nónhalgi, t.v.s. frá degnum fyri, tá ið sólin var í nón – kl. 3 sp., og haraftrat hildin sum vatnføsta.
Í Føroyum eru ymiskir krossmessusiðir og ymisk tiltøk, ein kann hoyra um. Í bók sínari »Tjóðminni« (1938) sigur Andreas Weihe á Selatrað, at gamalt var at fara krossmessumorgun at skrubba bátar við tara. Og sjálvur mintist hann mann gera hetta.

O CRUX AVE
SPES UNICA

»Ver heilsaður krossur – vár einasta vón«. Hesi orðini standa á krossi á altarinum í Skúvoyar kirkju. Krossmerkið hevur hjá kristnum fólki verið aðalmerkið í tilveruni. Fólk lósu morgunbøn og kvøldbøn, tey signaðu seg og ristu kross fyri enni og bringu og løgdu dagin í Harrans hendur.
Føroyingar skóru krossmerki í amboð og reiðskap – ein tøgulig prædika um, at Harrin vakir yvir okkum í øllum neyðugum verki. Og ymsastaðni kring Føroyar er krossurin navnliður í staðarnøvnum – Krosssteinur, Krossstíggjur, Krosslið, Krossdalur ella bara á Krossi.
Hetta hava verið støð við útsýni móti kirkjuni. Tá fólk høvdu verið burtur úr bygd og komu heimaftur, var tað her, at kirkjan sást sum tað fyrsta húsið í bygdini. Tey løgdu seg á knæ, bóðu stilla bøn, signaðu seg og ristu kross. Onnur tílík støð, sum knýtt eru at halgisiðum, eru kyrjarheygar, kyrjarsteinar, kirkjusteinar, vígdáir o.s.fr.
Og eins og í hinum norðurlandafløggum ber eisini okkara flagg krossmerkið.
Á krossmessu avdagast ikki. Liðið er nú so langt út móti hásumri, at glæma sæst av degi alla náttina.

Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð,
tá ið foldin hon vaknar hin ungmoy so blíð –

yrkir Tróndur Olsen í yndisliga fosturlandssangi sínum.
Eins og foldin vaknar, so eigur krossmessan at vekja okkum og minna okkum á kristna gleðiboðskapin. Tí krossurin er myndin av honum. Í tí fullgjørda verki, ið á krossinum varð útint langafríggjadag, er krossurin vón okkara. Á honum er boðskapurin bygdur.
Ein merkiligur staður er Golgata, heyggurin har Gud feldi dóm yvir syndir okkara, men tá ið Jesus á krossinum hevði sagt: »Tað er fullgjørt«, broyttist hesin deyðans og dómsins staður til ein frelsunnar stað við himmiríkis sælu fyri stavn.
Tað er fullgjørt! – og tjaldið í templinum álaðist sundur í tvey úr erva og heilt niður í neðra. Inn í ríki Guds er frítt at koma hjá hvørjum tí, ið vil koma sum hann er.
»Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt at vera Guds børn, teimum sum trúgva á navn hansara« (Jóhs. 1,12). Hesi eru barnakor okkara hjá Gudi.