Ein annar veruleiki enn tann tú heldur
Boðanardagur Mariu er dagurin, tá vit hoyra, at Maria fekk vitjan av einglinum Gabriel, sum segði, at hon skuldi føða Jesus.
Tá vit hoyra um einglar og Mariu, sum fær at vita, at Heilagi Andin skal skugga yvir hana og hon skal vera við barn, so hava fleiri hug at smíla og siga: “Ja, ja eg hoyri teg, ein søga, men ein fitt søga”.
Ein barnsburður og tað at fáa eitt barn mann vera ultimativa upplivingin. Mann er so glaður og skelkaður av øllum kenslunum, tá mann hyggur at lítla menniskjabarninum, so mann má takka einum sum er størri enn nakað menniskja.
Í dag siga vit, at tað er ein mannarættur at fáa børn, og í okkara tíð eru alskyns møguleikar at fáa børn. Tað sum var óhugsandi, tá omma var uppi á døgum, er vanligt í dag.
Fyrr var kvinnan, um tað so vóru hennara egg ella ikki sum ikki riggaðu, kalla ein ófrukt. Og hvussu neiligt mann tað ikki hava verið, at fáa slíkt prædikat á seg, at vera ein ófrukt, meini so við, tá sjálvt epli frukta og fuglar verpa og so verða stongd inni í einum veruleika, har ongin hjálpir.
So til alla lukku hava vit í dag nógvar møguleikar at fáa børn. Vit kunnu verða gitin við egnum eggum og við eggum, sum aðrar kvinnur geva víðari. Við makanum ella ónevndum maka, barnið kann hava foreldur, sum eru juridisk foreldur, biologisk ella social foreldur. Til ber at seta fleiri egg í kvinnuna, so hon fær fleiri børn í senn, ella frysta eggini, so fødda barnið kann fáa systkin, sum eru fødd fleiri ár aftaná. Til ber at ísáða kvinnu, sum ikki veit av manni, so jomfrúføðing hendir enn!
Vit kunnu kanna eggini og sentrifuga tey og góðskumeta og sálda frá. Vit kunnu ynskja okkum, hvat kyn barnið skal hava og hóast tað, so kann menniskja í dag skifta kyn bæði operativt og juridiskt, so søgan hjá Mariu í mun til alt, sum vit kunnu í dag í samband við barnsburð, er onki at rokna? Ella? Hví er so torført at trúgva?
Var tað í dag at Maria fekk vitjan av Gabriel, so hevði Maria ivaleyst svarað:
“ Hvat merkir hetta fyri meg og hvørji eru míni rættindi”? og Gabriel hevði endað í regulerum shitstormi, fyri at seta unga kvinnu í ta støðuna.
Og sum einglum líkt, tá teir vitja menniskju, so byrjar hann við at siga: ”Óttast ikki”! Ja, hvat kundi hon ikki óttast? Hon var ógift, støk kvinna, men trúlovað einum manni, altso hvat skuldi hon siga sum verju, at hon nú var við barn? At fara at tosa um fjaðrarok og einglar og heimsins Frelsara? At hon var vald út at vera burðarmóðir til Guðs son? Mann ikki Jósef hava hugsað: ”Her má hava sligið klikk hjá Mariu, best eg ansi eftir henni”!
Men tá tað guddómliga spælir við, so gongur alt og vit kenna søguna, hvussu hon varð. Frá byrjan av var søgan alt tað, sum vit ikki halda ber til, og vit menniskju vóru noydd til at krossfesta okkara vit fyri at skilja tað duldarfulla og vakra.
Fyrr so lærdi mann við at lurta eftir eldra ættarliðnum ella las tað sindrið, sum varð fest niður á blað og soleiðis fóru søgur upp gjøgnum ættarliðini.
Í dag hava vit netið. Undurfagra netið, sum kann siga og vísa okkum alt. Vit eru bert eitt høgraklikk frá øllum. Frá fakta um hetta og hatta, frá sleyg og slatri ella ørandi tíðindum um, hvussu vit skulu ansa okkum.
Og vit fáa boðini “Tú skalt óttast” Ver skeptisk!”
Uppá so fá ár er alt kollvelt. Vit kunnu tosa saman í telefon og síggja tey við tosa við, um tey so eru stødd á múrinum í Kina og skurðlæknin í Australia kann vegleiða skurðviðgerð hinumegin klótuna.
Vit kunnu verða nøkur onnur á netinum, tí hvør skuldi trúð, at til ber at “gera menniskju”, sum als ikki eru til, vit halda tey vera verulig, men tað eru tey ikki. Veruleikin er ein annar, enn tann vit halda.
Heimsspekin hevur hugsað nógv um at alt kanska er ein illusión, kanska eri eg sum skrivi hetta ikki til og tú sum lesur hetta heldur ikki til, tú heldur tað bara?
Lætt at missa fótafestið í einum heimi, sum verður til ein tykisheim, tí hvat veit eg? Hvat er upp og niður? Hvat er rangt og hvat er rætt?
Og so aftur til Mariu og byrjanini av størstu frelsusøgu, sum menniskjan hevur upplivað. Hon byrjar ikki í stórari kongsborg, har lúðraljóð boða frá komandi barni ella kongssoni, sum skal liva í marglæti. Men ein ung, fátøk kvinna, sum verður vald at bera Jesus inn í heimin dagsettan dag í Betlehem í krubbuni millum djórini. Hon játtaði og Gabriel kundi trýsta “enter” og so byrjar søgan um lítla barnið í krubbuni, sum fór á føtur og út millum menniskjuni. Slóðin av hesum kærleikanum sæst alla staðni hjá okkum, men tað er bert trúgvin, sum finnur tað.
Tankavekjandi er at lesa, at Gabriel bað Mariu ikki óttast fyri tí, sum hann fór at siga henni, og tað sum hann so segði henni, tað hendi, tað varð veruleiki, meðan teldukervið, sum vit elska og elska at hata, og sum bindur okkum menniskju saman, og heldur okkum fyri gjøldur og gyklar ein falskan veruleika fram, so KT- fólk siga at vit skulu óttast og ansa okkum, ja fyri hesari vinnu hevur pávin í Róm nú sett Gabriel at vera verndareingil.
Sig so tað :-)