Skriva út
Ein altíð vakur várdagur
22.03.2017 Tíðindi
Mariumessa um várið er altíð vøkur, hóast veðrið kanska ikki altíð er til vildar. Tí Boðanardagur Mariu verður hesin dagur eisini nevndur, og boðanin, sum eingilin gav Mariu um, at hon skal bera ein son í heim, er jú ein fyrijáttan av tí gleði, sum skuldi vera fyri alt fólkið: Tykkum er í dag ein frelsari føddur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Her hjá okkum er vanligt at seta arbeiði í samband við tær ymsu messurnar og vøkurnar í árinum. Eisini at geva sær far um ymisk veðurmerki, ið kundu vera ein ábending um, hvussu veðrið fór at laga seg eitt ávíst tíðarskeið frameftir. Eisini nær flytifuglurin kemur og fer.
Messu- og vøkudøgum hevur mær altíð dámað sera væl at fylgja við og var tí sera fegin um, at Axel Tórgarð fekk í lag at geva út fyrilestrar sínar um hetta evni í Útvarpinum í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.
Leygardagin 25. mars er mariumessa. Eisini nevndur Boðanardagur Mariu, hildin til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu moy frá, at hon skuldi bera frelsara heimsins. Grikska navnið Maria er tað sama sum hebraiska Mirjam; týdningur ókendur.
Hoyrdist mýrisnípa láta uppi í luftini á mariumessu, skuldi kavi koma, og tað sama um ross lá fyri mariumessu.
Handans og andans verkatíð
Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið, tá rísur sól,
arbeið tá døggin glitrar
morgunfrísk um hól.
Harrin til arbeiðs bjóðar,
kall títt er dýrt og hátt,
stórt er verkið at inna,
dagur líður brátt.
(Annie Coghill 1854. J. Dahl 1925)
Vit hava tvær mariumessur, onnur um várið (25. mars), hin um heystið, nevnd mariumessa síðara (15. sept.).
Við fyrru mariumessuni eru vit í vársins blóma. Dagarnir leingjast, og tað ræður um at fáa sum mest burtur úr teimum. Og nú mariumessa er fyri hond, er hóskandi júst at nevna henda setningin: at fáa sum mest burturúr degnum, og sum Jákup Dahl hevur lýst so óføra væl í ritsavni sínum »Glottum«.
Hví hevur tíðin slíkt virði? Tí at hon er givin okkum til arbeiðis. Tað, sum stendur eftir, tá ið ið dagurin er farin afturum, er tað, sum varð avrikað, meðan dagurin leið.
Einki er meira dýrabart enn tíðin. Tí ræður um at nýta hana væl. Tann dagur, ið farin er, tekst ikki aftur. Tað arbeiði, tú hevur at gera, mást tú gera, meðan tíðin er.
Tað, sum stendur eftir, tá ið dagurin er farin afturum, er tað, sum avrikað varð, meðan dagurin leið. Tað, sum vit sjálvi verða, verða vit í tíðini, ið gongur.
Tað lívsinnihald, vit fáa, má fáast í teim leypandi árunum. Tær stundir, vit liva her á fold, eru ein umbúnaður fyri tí lívi, ið røkkur út um gravarbakkan – tí æviga lívi.
Tað góða, sum sálin her hevur nomið, verður eisini ein ævig lívsogn. Tað, vit her hava livað saman við Gudi, hvørvur ikki við tíðini og fer ikki til grundar.
Tí hevur tíðin virði, og tí ræður um at nýta hana væl, so at sálin fær nakað av tí ogn, sum røkkur út um allar tíðir.
Sløðið ikki tær dýrabaru løturnar, men nýtið stundina, meðan tit hava hana, og nýtið hana væl.
Spillið ikki tíðina burtur, men arbeiðið meðan dagur er. Ein nátt kemur, tá eingin kann abeiða.
Tænastukvinna Harrans
Maria er vorðin við barn og skal føða heimsins frelsara, Jesus Kristus. Og tí er mariumessudagur níggju mánaðir fyri jól. Gud og menniskju møtast og øll søga kristindómsins tekur við.
Tað er í Lukasarevangeliinum (1, 26-38), vit hoyra um ungmoynna Mariu, sum fær vitjan av einglinum Gabriel, ið ber henni boð um, at hon skal føða son Guds, ein kong við slíkum harradømi, at eingin endi er á tí.
Maria undrast. Hvussu kann hetta bera til. Hon er trúlovað Jósefi, men hevur ongantíð verið saman við nøkrum manni. Men tað at taka ímóti, kann merkja, at ein skal taka kross sín og fylgja Jesusi eftir. Maria ger hetta í lýdni, sjálvt um hon skilir ikki, hvat hetta hevði at týða. Tá ið hon sigur: »Sí, eg eri tænastukvinna Harrans, verði mær eftir orði tínum,« tá fer hon inn undir krossin.
Eftir hetta er lív hennara bæði í gleði og í sorg í hondum Guds.
Lovsongur Mariu
Tá Maria er vorðin við barn, fer hon á gátt hjá skyldkonu sínari Elisabeth, sum eisini ber barn undir belti. Og tað barnið, hon ber, er Jóhannes Doyparin.
sigur okkum, at tá Maria trínur inn um dyrnar hjá Elisabeth, kvaklaðist barnið í kviði hennara. So longu áðrenn hesi bæði dreingjabørn vórðu fødd, er samband millum Jesus og Jóhannes Doyparan.
Lukasarevangeliið sigur okkum, at Maria ber Gudi lovsong (Luk. 1, 46-55). Og tá ið vit hoyra lovsongin hjá Mariu sjálvari, kunnu vit ikki annað enn siga, at tað er jóladámur yvir honum. Á sama hátt sum orð og lag í sálminum »Góð tann mariumessan var« (Mikkjal á Ryggi) við lagnum til jólasálmin »Fagur himin er at sjá« hóska saman, er grundtónin – lagið sum býr undir orðum Mariu – gleðiboðskapurin um Guds frelsu.
Teir gomlu róptu lovsong Mariu við latínska navninum »Magnificat«, ið sipar til tey fyrstu orðini í honum: at seta hátt. Maria setir seg ikki sjálva høgt, men sál hennara setir Harran høgt fyri tað stórverk, hann hevur útint.
Tað er ógvuliga umráðandi at geva sær far um, at tað er ein ung, ógift kvinna, ið ber Jesus í kviði sínum. Hetta er tað størsta undurverk í trúgv okkara, at Gud sjálvur kemur til jarðar í ørmunum á eini ungari, fátækari og ómyndugari kvinnu. Og framtíðin liggur enntá í hondunum á trúlovaða hennara, at hann ikki rekur hana frá sær, tí at hon er vorðin við barn.
Og tað er eisini á henda hátt, at evangeliið boðar menniskjum sælu. Ikki í tí, sum vit kunnu útinna; ja, enntá ikki í tí, sum vit halda okkum kunna gera fyri Gudi og Guds ríki, men einans í tí, sum Gud ger fyri okkum.
Hann, sum er heilagur, letur miskunn sína vera okkum fyri, so lítið, vit eru verd.
Gud og menniskja
Henda frásøgnin hjá Lukasi er einastandandi. Og tað er ikki uttan grund, tí hon sigur okkum, at Jesus bæði er Gud og menniskja – at hann er gitin av heilagum anda, at hann tí er sonur Guds; ja, at hann er sjálvur Gud.
At hann hevur eina jarðiska kvinnu sum móður merkir, at hann eisini er menniskja av holdi og blóði. Hetta er umráðandi at geva sær far um – ikki minst av tí, at hann doyr sum onnur menniskju, men rísur upp úr grøvini aftur. Sum menniskjusonur breyt hann deyðans veldi og gevur mannabørnum soleiðis vónina um, at hetta eisini hendir teimum.
Var Jesus einans eitt vanligt menniskja, hevði hann ikki megnað at slitið deyðans leinkjur. Og um hann einans var Gud, hevði hann ikki av álvara verið vegari okkara – livað okkara lív og doyð okkara deyða. Tí er umráðandi, at Jesus bæði er Gud og menniskja.
Boðanin í listini
Í mangar øldir hava listamenn gjørt nógv av at mynda boðan Mariu. Og burtur úr lovsongi hennara, »Magnificat«, hava tónaskald smíðað løg.
Eisini sum »Stabat Mater« er Maria høvuðspersónur í listini. Hetta er latín og merkir »móðirin stendur« (undir krossinum) og lýsir sorg hennara, tá Jesus verður krossfestur.
Italska tónaskaldið Antonio Vivaldi (1678-1741) hevur skrivað eitt kent Stabat Mater-verk.
Stabat Mater er eisini ein miðaldar passionssálmur eftir italska skaldið Jacopone da Todi (1236-1306).
Onnur tíðindi