Skriva út
Eiðis prestagjald
19.12.2018 Tíðindi
Søkt verður eftir sóknarpresti til Eiðis prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1.
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. juli 2019.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Eiði, Norðskáli, Funningur og Gjógv.
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar bæði við atliti at yngri og eldri. Vit vænta ein sóknarprest, ið verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum.
Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er á Eiði, Brekkuvegur 42. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. røktarheim, stovnar og býli. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Harafturat kunnu umsøkjarar, ið framvegis eru undir útbúgving og annars eru klárir at taka við embætinum 1. juli 2019, søkja embætið.
Eru fyrispurningar ella ivamál, eru tygum vælkomin at skriva til biskupin jf(at)kirkjan.fo
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. januar 2019 kl. 12.00. stift(at)kirkjan.fo
Onnur tíðindi