Skriva út

Eg vil hava meira!

21.04.2024 Tíðindi
Armgard

Hvør minnist ikki Jane Fonda, sum lærdi okkum aerobics. Klæðini mann var i, leggøldini, tónleikurin og step bonkurin.  

Íðka, íðka, íðka, so tú fært tað betri. Og hvør vil ikki tað? 

Tú ert miðpunktið, og tú hevur krav uppá at hava tað gott, tí tú ert virðismikil “because you worth it”, sum reklaman lærir okkum.  

Vit fara næstan at dyrka okkum og okkara likam. Vit skera og skrava í kroppinum, spenna og íðka, til vit halda, vit vera nøgd. Sproyta evni í kjálkar og munnar, so vit síggja út, sum onkur hevur sligið okkum frammaná.

Burtur er korsettið hjá ommu, sum bara strammaði inn, nei, vit fara við lasara og knívi og modullera og hampa.  

Samstundis, so tosa vit um alt, privata lívið er ein saga blott.

Couchar og sálarfrøðingar eru okkara studnastavar. Amerikanskir guruar læra okkum at anda, tí onkursvegna hava vit mist tamarhaldið á okkara lívsanda. 

Vit hava roynt eydnuna alla staðni, keto, veganskt, 8 tímars føstu. Vit hava sæð Taj Mahal og  verið til conserto grotto undir Hesti.  

Húsini eru stór og flott við Vegghamar á vegginum og Gunnarsdóttir á hinum vegginum. Vøkur koppastell í vitrinuskápum, og oljufýringin er farin í skrell. 

So mín sál, hvat vilt tú meira?  Eg vil hava meira!  

Meiri er ongantíð nóg mikið, sum metseljarabók eitur í dag.  Tí vit megna ikki, ella kunnu ikki steðga á og siga : 

“Nú er nokk, nú eri eg nøgd”!

 

Vit eru sorgleysa ættarliðið, sum onki kennir  til kríggj, men halda, at alt tað er pakkað niður í krígssavninum í Vágum. 

Men nú er alt við at venda og broytast. Svakir menn ráða í heiminum, sum ikki kunnu fáa nokk. Og tað fer at gera, at vit fara at hugsa øðrvísi og virðismeta annarleiðis.  

So verður tað veruleiki, at okkara ættarlið, sum hevur kunnað alt, nú noyðist at saðla um og fylla kjallaran við nudlum, primus, heftiplástri og vatni, um okkara oyggjar standa ovast á ynskilistanum hjá onkrum manni, sum vil hava meira? 

Onki varar við...men tá vit hvørki vita veg ella ráð, dagar Guð undan. 

Les fleiri klummur hjá Armgarð Arge her.