- Eg tók hetta ørindið til mín
- Eg veit ikki, um prestur visti, at eg sang tá. Eg tók í øllum førum mítt konfirmantaørindi til mín, og havi mangan hugsað um tað síðani. Hetta var ein staðfesting av, at sangur skuldi koma at fylla nógv í mínum lívi, sigur Tórfríð Tavsen úr Sørvági, sum var konfirmerað í 1998.
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
KONFIRMASJÓN 2/3: Tú minnist uttan iva dagin, tá tú stóð frammanfyri altarinum í kirkjuni, og fekk prestsins hond á høvdið.
Frammanundan høvdu tit gingið ígjøgnum ávísar sannleikar um trúgv, Bíbliu og kristna lívið, og nú var dagurin komin, tá tú skuldi játta tína dópstrúgv.
Eitt, sum mong mundu gleða seg til var uttan iva hetta: Hvat ørindi úr Bíbliuni man prestur hava valt júst til mín á mínum konfirmasjónsdegi?
Tú fekk eina Bíbliu ella eitt blátt Nýggjatestamenti, har títt orð var skrivað í við prestsins egnu handskrift. Og hetta ørindi tók tú so við tær út í lívið.
Í eini aðrari grein hava vit greitt frá, hvønn týdning, ið ørindið við konfirmasjónina hjá Elisabeth Leo í Skopun fekk fyri hana. Í hesi greinini halda vit fram í sama spori – fyrst við Birnu Vestergaard, sum í dag býr í Saltangará. Ørindið, sum hon fekk, er brúkt sum myndprýði til hesa greinina.
Birna var konfirmerað í Nes kirkju 29. mars í 1987 av sóknarprestinum, Jákup Kass. Frá honum fekk hon ørindið úr Rómverjabrævinum 10,9: ”Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur”.
- Eg tók hetta orðið til mín, tá eg var konfirmerað sum 14 ára gomul. Og fyri meg hevur hetta ørindið havt nógv at siga gjøgnum allan mín uppvøkstur.
- Og so kann eg leggja aftrat, at Jákup Kass var ein sera vinarligur maður, og hevði stóra ávirkan á mítt andaliga lív frá barni av.
- Pápi mín var deknur, og Jákup Kass var prestur á Glyvrum, var altíð so vinarligur, fittur og var líka við øll. Ein maður við integriteti, greiðir Birna frá. .
Ein týdningarmikil, áhugaverdur og avgerandi spurningur í øllum hesum er hesin: Hvussu ber prestur seg at, við at geva mær og tær og øllum hinum júst sítt ørindi til konfirmasjónina? Verða tey bara drigin tilvildarliga úr eini stórari skál? Brúkar prestur tey somu ørindini ár undan ári? Ella, hevur prestur nøkur ávís ørindi, sum honum dámar best, og sum hann soleiðis vil geva konfirmantunum?
Í hesi greinini, og eini komandi sleppa fyrst ein, síðani tveir prestar framat at siga frá, hvussu teir skipa hetta arbeiðið. Og vit fáa ein hóp av dømum frá fólkum, hvørs konfirmantaørindi hevur havt avgerandi týdning fyri teirra vaksna lív.
- Enn í dag haldi eg, at mítt ørindi var sera gott, greiðir ein teirra, Michael Dalbø frá, og sum var konfirmeraður fyri 38 árum síðani.
FINNA SJÁLVI ØRINDIÐ
Maria Summers Nolsøe er ein av nýggju prestum okkara, og var sett í tænastu sína í august 2019 við bústaði í Vestmanna. Maria er ikki uppvaksin í fólkakirkjuni, men hevur valt at fylgja síni egnu mannagongd, tá talan er um konfirmantaørindi.
Hóast starvstíð hennara sum prestur enn er stutt, hevur hon tó eisini havt undirvísing fyri komandi konfirmantum í síni sókn.
Júst hetta, at prestur skal velja eitt bíbliuørindi til tann einstaka konfirmantin, er ein av teimum ”óskrivaðu kirkjuligu tradisjónunum”, sum hon tekur til. Men hóast tað, liggur eitt ávíst arbeiði í at gera hetta hjá presti.
Maria hevur tí valt ein ávísan framferðarhátt, sum eftir hennara fatan riggar væl. Hon greiðir soleiðis frá:
- Eg havi eina rúgvu av góðum bíbliuørindum, sum eg bólki saman trý og trý – eitt ørindi úr Gamla Testamenti, eitt ørindi úr Nýggja Testamenti og eitt ørindi úr epistlunum.
- Síðani gevi eg hvørjum einstøkum konfirmanti ein lepa við hesum trimum ørindunum á – altso bert sjálvt skriftstaðið. Síðani leita tey sjálvi upp øll trý ørindini í Bíbliuni, lesa tey og velja síðani tað, sum teimum dámar best.
- Hetta ørindið er so tað, sum eg skrivi inn í Bíbliuna hjá teimum, og sum tey fáa á konfirmasjónsdegnum. Á henda hátta læra tey eisini at leita í og sláa upp í Bíbliuni samstundis, vísir Maria á.
TEY BESTU RÁÐINI
Annars er áhugavert at hoyra frá fólki, sum hava gingið til prest, sum ein áður tók til, og hvørji ørindi tey hava fingið.
Líka so áhugavert og gevandi er kortini at hoyra frá hesum somu fólkunum, sum í dag eru vaksin og eiga kanska sjálvi børn, ið eru konfirmerað, um hvat teirra ørindi hevur havt at siga fyri tey.
Ein teirra, Hallgerð Akurstein úr Hvannasundi, ið var konfirmerað í Viðareiðis kirkju tann 22. apríl í 2001 av Elsu Funding, sóknarpresti, fekk hetta ørindið úr Sálmi 37,5: ”Legg á Harran tínar leiðir og lít tú á hann, hann man tað útinna”.
- Ja. Hetta eru bestu ráð, ið nakar kann geva einum ungum menniskja.
- Eg tók tað so hjartaliga til mín, sigur Hallgerð, sum í dag er samkomuleiðari í ”Soli Deo Gloria” í Klaksvík, saman við manninum Hendrik.
SANGUR FYLLIR MÍTT LÍV
Ein onnur kvinna, Tórfríð Tavsen úr Sørvági, sum var konfirmerað av Una Næs í Miðvágs kirkju fyri 24 árum síðani, sigur soleiðis:
- Eg fekk orðini úr Sálmi 104,33: ”Eg um Harran vil syngja so leingi sum eg livi, mínum Gudi prísa so leingi eg eri til”.
- Hatta var sera væl valt av presti. Gud veit, hvat hann ger og lovar”, sigur Tórfríð Tavsen, sum mangan er at hoyra í samband við kristilig tiltøk og ikki minst í føroysku útvørpunum við vøkru sangrødd síni.
Og hon leggur aftrat:
- Eg veit ikki, um prestur visti, at eg sang tá. Men eg minnist so væl, tá eg fekk hetta ørindið, og hvussu kuul eg helt tað vera. Eg tók tað til mín, og havi mangan hugsað um tað síðani.
- Hetta var ein staðfesting av, at sangur skuldi koma at fylla nógv í mínum lívi.
VALDI SJÁLVUR SÍTT ØRINDI
So taka vit eisini tvey mannfólk við í hesum sambandi. Annar teirra er Michael Dalbø, og sum var konfirmeraður av Emil Olsen, presti, sum hevði sína fyrstu konfirmasjón í Eiðis kirkju hin 15. mars 1984.
Í allarflestu førum er tað presturin, sum hevur valt ørindið til konfirmantin, men hjá Michael og hinum konfirmantunum var øðrvísi: Tey valdu sjálvi sítt egna ørindi!
Orðið, ið hann valdi er úr Sálmi 50 og ørindi 15: ”Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær”.
- Eg hevði sæð hetta ørindi í glas og rammu hangandi inni í einum grannahúsum. Eg helt tað vera so gott, og tí valdi eg tað til mína konfirmasjón.
- Enn í dag haldi eg hetta vera eitt sera gott ørindi, greiðir Michael Dalbø frá.
TRÚGV, VÓN OG KÆRLEIKI
Hin maðurin er Rani Andrasson Skaalum, sum var konfirmeraður í Vesturkirkjuni av Kjartan Mørkøre, presti 5. oktober 1997.
Ørindið, ið prestur hevði valt til Rana var úr 1. Korintbrævinum 13,13, har Paulus skrivar: ”Men nú verða tey verandi trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstu av teimum er kærleikin”.
- Hesi orðini, sum vóru skrivaði inn í tað bláa Nýggjatestamentið, um eginleikarnar hjá kærleikanum, eru ein sera góð og neyðug áminning um, hvussu vit kunnu bera okkum at, tá kærleikin, sum er størstur, sleppur at ráða, sigur Rani, sum í sama andadrátti vísir á eitt annað ørindi í sama kapitli – nevniliga ørindi 4 – har sagt verður soleiðis:
”kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt”.
- Øll hesi orðini hava fylgt mær líka síðani, sigur Rani Andrasson Skaalum at enda.
- - - -
Hetta er onnur greinin um týdningin av teimum ørindunum, sum prestur gevur teim ungu á konfirmatiónsdegnum. Fyrsta greinin stóð her á heimasíðuni hin 27. mai í ár. Í triðju og seinastu greinini hoyra vit um, hvørja mannagongd tveir aðrir prestar hava, tá teir velja hvat ørindi, ið tann einstaki konfirmanturin skal hava. Og vit kaga eisini í rúgvuna av ørindum, sum fólk hava fingið upp gjøgnum tíðirnar.