Skriva út

Eg krevji!

24.08.2023 Tíðindi
Armgard

Trýssini vóru øgilig broytingartíð. Uppreistur móti tí borgarliga og konforma, móti “little boxes on a hillside”. Og uppreistur móti kjarnufamiljuni, móti kjarnorku, móti kríggi. Nú var tað slagorðið “make love not war”.

Til bar at flýggja inn í ymsar rúsar, so alt lyfti seg uppfrá.

Alt tað snerputa og bonerta, at verða knappaður upp í háls, hvarv, nú lat mann seg úr og hildið var, at hetta vóru nýggjar tíðir, at fólk kundu ganga nakin, sum teimum lysti. Hetta var sum hjá Ádam og Evu í Eden á sinni.

Í trýssunum lótu vit okkum úr klæðunum, men í dag lata vit lata okkum úr heilt inn at sálini.

Vit hava lagt okkum skerfløt fyri alt og øllum. Okkara rúsur er at síggja, hvussu onnur búgva og liva. Hvussu sær tað út heima hjá teimum? Hvat hava tey, sum eg ikki havi og hvat gera tey, sum eg ikki geri?

Tá eg var barn, bankaði vit uppá hjá grannunum og spurdu, um nakar kom út at spæla, men tað var bara tá føðingardagur var, at mann slapp  inn í “góðustovu”.

Í dag vita vit, hvussu hvør Hanus og Janus býr.  Tá mann hittir onkran við ein frystidisk í SMS, kann mann gerast illa við, tí mann júst á facebook hevur sæð sama persón við skáldaðum herðum á Mallorca og nýggja málningin  heima í stovuni hjá teimum.

Tøknin og okkara vantandi aftran og fyrilit hava tað árin, at vit gerast “sjúk”, eisini øvundsjúk. Tað er eins og onkur hevur skrúvað sjuntin og okkara ferð upp, so  vit nú eru í einum FOMO dansi. Æviga rastloysið fellur yvir okkum, vit kanna hetta og hatta og eru vorðin sansaleys floksdjór, og tað individuella hvørvur. Ella vit verða sjúkliggjørd og fáa eina diagnosu.

Í Danmark hevur onkur skúli gjørt av, at børn skulu seinni í skúla um morgunin, tí tá eru tey betri fyri. Men hvar eru ráðini: “Sløkk telduna og far fyrr í song, so orkar tú betri upp!”

Langt er frá strongu foreldrunum í okkara grannlagi, tá eg var barn, til foreldrini í dag, sum eru vinkur við dóttrina og sum ikki “tora” at siga, hvar skápið skal standa.

Uppaling, og tað at vera foreldur, er broytt. Avleiðingin av curling er foreldur, sum eru “invasiv” eins og kúlulaksur og skøran, verður sagt. Í berari góðsku fara foreldur langt yvir, hvat er natúrligt mark.

Myndugleikar rópa varskó, tí børn og ung trívast illa. Kann tað hugsast, at tíðin, vit liva í, er ein óvanliga sjálvsøkin tíð, har vit øll eru í sjálvdrátti og eru ørkymlaði?

Vit halda, vit hava krav uppá alt. Um onkur fer at ferðast fimm ferðir um árið, so hava vit eisini krav uppá tað. Børn og ung fáa at vita, at tey eru unik, at lívið er eittans, og vit mugu hava eitt perfekt lív, men tað er júst hesin hugburður, sum kann elva til, at vit missa fótafestið. Lívið letur seg ikki seta í frymil.

Vit hava óendalig val, og tað gevur ótta, sum Kierkegaard segði.

Ein yrkjari setti hesi orðini saman :

“Eg bað um alt, so eg kundi njóta lívið. Hann gav mær lívið, so eg kundi njóta alt.”

----

Les fleiri klummur hjá Armgarð her.