Skriva út

Eg hopi, fólk kenna seg aftur

26.07.2021 Tíðindi
2021-07-24_Maria_Jorddal_Niclasen.jpg

Maria Jørðdal Niclasen mátti geva avboð til ólavsøkugudstænastuna í fjør, tí hon var í barsli, men í ár er hon fús at halda prædikuna í Havnar kirkju ólavsøkumorgun.

Hilmar Jan Hansen

Sum siður hevur verið seinnu árini, er tað tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti, sum hevur prædika í Havnar kirkju ólavsøkudag. Í fjør skuldi tað verið kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, men av tí at hon í november í fyrraárið átti dóttrina, Karu Rún, var hon í barsli, so í staðin var tað Marjun í Kálvalíð, ið “yvirhálaði” Mariu og prædikaði í fjør í staðin.

– Vit yngru prestar fylgja væl við og kenna raðfylgjuna, so eg visti, at tað upprunaliga var mín túrur í fjør, men lukkuligar umstøður gjørdu, at tað so verður í ár í staðin. Og dagurin er akkurát líka stórur fyri meg í ár, tí tað er stórt at vera partur av eini ríkari siðvenju við skrúðgongu og ólavsøkusangi á Tinghúsvøllinum aftaná, sigur Maria.

Hon var prestvígd tann 27. januar í 2013 og var so prestur í Ónagerði á Viðareiði í tvey ár, til hon tók við kallinum sum prestur á Kirkjuteigi í Kvívík, tað hevur hon nú røkt í tvey ár.

– Upp á sín máta er hetta ikki annaðleiðis enn ein vanlig gudstænasta, samstundis sum hon hinvegin er nógv annaðleiðis, tí hetta er tjóðarhátíð okkara. Tí er henda gudstænastan nakað serligt, nú alt tað, sum hendir rundan um hana, er so hátíðarligt, greiðir hon frá og minnist aftur á ólavsøkumorgun sum nakað serligt, nú hon sum prestur hevur verið við hesi undanfarnu árini.

– Tað var bæði stórt og stuttligt at vera við fyrstu ferð, tí hetta er nakað serligt. Eitt er tað, at vit saman við politikarunum ganga skrúðgongu úr Løgtinginum oman í kirkjuna og niðanaftur aftaná, men eisini kórsangurin á Tinghúsvøllurin er við til at gera hetta til nakað serligt. Har er bæði tað siðbundna og okkurt nýtt at hoyra, og tað er ein savnandi megi, ið fólk kunnu kenna seg aftur í.

Samlast tvørtur um alt
Spurningurin er so, um fólk eisini fara at kenna seg aftur í ólavsøkuprædikuni, ið telist millum mest hoyrdu prædikur alt kirkjuárið, tí tað jú bara er henda eina gudstænastan í øllum landinum henda dagin.

– Eg hopi tað, tí soleiðis haldi eg, at prædikur í ein stóran mun eiga at vera. Vit tosa til ta tíð, vit eru partur av, og á ólavsøku til ta hátíð, vit øll hátíðarhalda. Upp á ein máta er tað sum ein vanlig prædika og upp á ein máta ikki, tí fyrireikingin er tað longri. Tað liggur í bakhøvdinum nógv longri enn tá talan er um prædikur annars, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

– Gudstænastan fylgir annars vanligari liturgi ið skal avspegla tann stemning, ið hoyrir ólavsøkuni til. Hetta er jú okkara tjóðarhátíð, har vit samlast vit um tað, vit eru saman um, tvørtur um alt tað, sum annars kann skilja okkum sundur. Og mín uppgáva á prædikastólinum er, sum hon plagar at vera, tí eg havi ein tekst at ganga út frá, sum er hjá Matteusi, har Jesus tosar til okkum um at fylgja sær.

Eins og í fjør verður bert eitt avmarkað tal av fólki í Havnar kirkju ólavsøkumorgun, tí enn ger korona seg galdandi, so tað verða bara tey, ið beinleiðis hava nakað við gudstænastuna at gera, ið vera í kirkjuni – umframt prestar og politikarar í skrúðgonguni verða tað stórt sæð bara kirkjutænarar, kór og tey, ið dagliga varða av kirkjuni.

– Tað ger tað sjálvandi eitt sindur øðrvísi, enn um kirkjan var fullsett, men tað tekur tó einki frá tí hátíðarliga, ið altíð er rundan um eina ólavsøkugudstænastu, sigur kvívíksprestur.

Frumframførsla á skránni
Maria Jørðdal Niclasen verður nú ikki tann einasta har í húsinum, sum verður upptikin í Havnar kirkju ólavsøkumorgun, tí “prestafrúan”, Bogi Karbech Mouritsen, stjórnar Kvívíkskórinum, ið skal syngja undir gudstænastuni, har okkurt nýtt eisini verður at hoyra.

– Ja, har verður ein frumframførsla av einum verki, Bogi sjálvur gjørt, tí hann hevur smíðað lag til eina yrking eftir Viggo Johannesen í Kvívík, sum kórið fer at syngja. So kvívíkingar koma at seta sín dám á, sigur Maria, sum eisini gleðir seg til ólavsøkuna annars.

– Fastur táttur er sjálvandi døgurðin hjá bispi ólavsøkudag, og so verður tað alt tað vanliga við at heilsa upp á fólk. Í nógvar mátar ein ólavsøka sum vanligt, men tó merkt av, at vit hava eitt lítið barn í barnavogni, so helst fara vit tíðliga heim.