Skriva út
Duoin Teskandi varðar, Rógvi á Rógvu, og Kim Kristensen spæla í Havnar kirkju
28.07.2021 Tíðindi
Leygardagin 31. juli kl. 11.30, fer duoin Teskandi varðar, Rógvi á Rógvu, og Kim Kristensen at spæla í Havnar kirkju.
Vit missa okkum burtur í ljóð-landskapum og ferðast burtur á sfæriskum ljóðskýggjum.
Báðir tónleikararnir hava spælt í nógvum ymiskum genrum og í fleiri ár spælt saman í bólkinum Alda Magna og sum duet við teirra litfagra, abstrakta elektroakustiska, improviseraða tónleiki, har tað verður spælt á nógv ymiskljóðføri.
Duoin hevur millum annað spælt nógvar grottukonsertir og gevur skjótt út eina nýggja fløgu.
Rógvi á Rógvu spælir á slagtoy, trummur og ymisk elektronisk ljóðføri og Kim Kristensen spælir synthesizara, klaver, floytur og ymisk elektronisk ljóðføri.
Onnur tíðindi