Skriva út
Dreingja- og gentukórið í dómkirkjuni úr Uppsala.
12.06.2014 Tíðindi
15. juni – 18. juni fara tvey tey kendastu kórini í Svøríki at hava konsertir í Føroyum. Tá fara o.u. 120 børn og ung í Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör at syngja í gjónni við Gjógv, í Vesturkirkjuni og í Fríðrikskirkjuni. Ein av fyriskiparunum er Osva Olsen úr Vestmanna, og dóttir hennara syngur í gentukórinum.
Eini 180 børn og ung millum 8 og 25 ár syngja í dreingja- og gentukóri í dómkirkjuni í Uppsala. Tey syngja fyrst og fremst til konsertir, guðstænastur og høgtíðir í dómkirkjuni, men eisini ymsa aðrastaðni í Svøríki og úti í heimi. Kórini gera nógv við at ferðast og eru javnan á konsertferð í Europa og USA.
Uppsala domkyrkas gosskör er elsta dreingjakór í Svøríki, og stigtakari til kórið var erkabispurin og úrmælingurin Nathan Söderblom. Kórini hava eina breiða sang- og konsertskrá, ið fevnir um bæði sakralan og profanan tónleik. Eitt vælumtókt og vælvitjað tiltak á hvørjum ári er luciakonsertin í dómkirkjuni tann trettanda desember. Kórini hava eisini fleiri ferðir framført Messias, lagað til ungar røddir.
Dreingja- og gentukórið í dómkirkjuni er ein týðandi partur av tónleikalívínum í Uppsala, og tey hava fingið ymisk heiðursheitir og sømdargávur fyri síni avrik. Í september mánaði fara kórini at frumframføra verkið hjá John Høybye ”Where does Peace come from?” á kirkjutónleikarasymposium í Uppsala.
Margareta Raab stjórnar dreingja- og gentukórunum í dómkirkjuni í Uppsala. Hon er útbúgvin við Kungliga Musikhögskolan í Stockholm og hevur luttikið í nógvum sjónvarps-, útvarps- og fløguupptøkum. Margareta Raab ferðast víða hvar at halda fyrilestrar í metodikki fyri ungdómskór, og hon hevur m.a. fingið mentunarsømdargávu frá Uppsala kommunu fyri síni avrik. Í fjør var Margareta Raab listaligur leiðari fyri tí altjóða kórstevnuni Young Cathedral Voices 2013, har meir enn 400 europeiskir kórsangarar tóku lut.
Við á kórferðini er organisturin Andrew Canning, ið telist millum teir bestu orgulspælararnar í sínum ættarliði. Hann las við The Royal Academy of Music í London og hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sítt eminenta orgulspæl. Eftir at hava arbeitt í Westminster Abbey og St. Marylebone Parish Church í London fekk Andrew Canning í 1996 starv sum organistur og kórleiðari í dómkirkjuni í Uppsala. Hann er eisini universitetsorganistur við universitetið í Uppsala.
Sum soloorganistur hevur Andrew luttikið á nógvum upptøkum í amerikanskum, svenskum og finskum sjónvarpi og útvarpi. Hann hevur havt konsertir víða hvar í heiminum og hevur spælt fløgur inn saman við Alice Babs, Nils Lindberg, Steve Dobrogosz og øðrum tónleikarum.
Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör hava konsertir:
í Gjónni við Gjógv sunnudagin 15. juni kl. 16.00
í Vesturkirkjuni mánakvøldið 16. juni kl. 19.30
í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið 18. juni kl. 19.30
Onnur tíðindi