Dópur og vígsla
Sum áður fráboðað er virksemið í fólkakirkjuni munandi lægri í mars mánaði enn vanligt. Fráboðanin frá Løgmanni og almennu heilsumyndugleikunum verður tikin í størsta álvara. Coronasmittan er ein persónlig og almenn avbjóðing, og vit eiga hvør í sínum lagi at ansa eftir veikum, gomlum, sjúkum og frískum.
Tær kirkjuligu tænasturnar sum dópur og vígsla eru ein møguleiki, hóast talan er um rættiliga avmarkandi umstøður. Hámarkið er 100 fólk. Mælt verður til eitt munandi lægri tal alt eftir verkligum umstøðum og stødd av kirkju.
Foreldur, ið ynskja barnið doypt, venda sær til sín egna sóknarprest sum undir vanligum umstøðum. Mælt verður til, at einans foreldrini, dópsbarnið, faddrar og húsfólkið møta til ta kirkjuligu gerðina.
Heimadópur er ein møguleiki.
Pør, ið ynskja at ganga í hjúnalag, venda sær til sín egna sóknarprest sum undir vanligum umstøðum. Mælt verður til, at einans parið, vitnini og allar nærmasta familjan møtir til ta kirkjuligu gerðina.
Heimavígsla er ein møguleiki.
Tó, roknast kann við, at sóknarpresturin einsamallur stendur fyri tænastuni. Vit eiga í mest møguligan mun at taka atlit at viðskiftafólki kirkjunnar, – eisini kirkjunnar tænarum.
Tórshavn 13. mars 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur