Skriva út
Dópslappar í Leirvíkar kirkju
01.05.2018 Tíðindi
Ikki man tað verða hent í Føroyum fyrr, at kvinnur hava bundið í kirkjuni, men mánakvøldið 30. apríl hoyrdust stokkanir glinta á loftinum í Leirvíkar kirkju. Tað, sum var arbeiði hjá okkara forfedrum, at binda, er í dag vorðið eitt ítriv, sum kann savna fólk til gott prát ella vera meditativ kvirra í einsemi heima við hús.
Íblásturin til hetta tiltakið er komin úr Danmark, har tað er vorið sera vælumtókt at halda bindikafé í kirkjum kring landið. Endamálið er at savnast uttanfyri kirkjutíð til hugnaliga samveru í kirkjuligum høpi. Á bindikafeeini verða hvítir, mynstrutir lappar bundnir úr bummullstógvi. Lapparnir verða brúktir at turka høvdið á dópsbørnunum við, og foreldrini fáa síðani lappan við heim sum eitt minni um dópsdagin, har barnið varð veitt syndanna fyrigeving og ævigt lív í Kristusi. Summi foreldur brodera enntá navn á lappan og innramma hann.
Tvær Leirvíkskvinnur, Eleina Hansen og Kirsten Danielsen stílaðu fyri bindikafeini við uppskriftum, tógvi og ein góðan kaffimunni, og tiltakið varð sera væl móttikið. Heili 19 kvinnur møttu hetta fyrsta kvøldið, og hugnaðu sær saman nakrar tímar. Síðani helt prestur andakt og kvøldsálmar vóru sungnir.
Ætlanin er at møtast eitt kvøld aftur í heyst, men longu nú eru teir fyrstu dópslapparnir klárir at brúka næstu ferð smábørn verða borin til dópin í Leirvíkar kirkju. Vónandi hava fleiri kirkjur hug at royna hetta tiltakið.
Fleiri myndir:
AMGK
Onnur tíðindi