Skriva út
Dópsgávan - fólkakirkjan og børnini
07.03.2017 Tíðindi
Nú eru fýra ár liðin, síðan fyrsti fundur hjá bókaklubbanum “Dópsgávan” varð hildin. Nevndin fyri “Dópsgávuna” varð vald á felags prestafundi, og við í nevndina komu Jóngerð Mikkelsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Derhard Jógvansson og Maria Jørðdal Niclasen. Nevndin skipaði seg við Bergtóri Bjarkhamar sum formanni og Mariu J. Niclasen sum skrivara.
Hugsjónin
Tá barn verður borið til dópin í okkara fólkakirkju hevur verið siðvenja, at gáva verður latin barninum. Ofta hevur talan verið um eina bók. Ymiskt hevur sjálvandi verið frá kirkjuliði til kirkjulið og frá presti til prest, hvussu kristiligi barnalærdómurin hevur verið raðfestur. Nógv tíð og orka hevur av mongum verið lagt í, at eisini børnini skulu trívast innan kirkjugátt. Hetta hevur verið gjørt við sunnudagsskúla, barna-og familjugudstænastum, skrúvugudstænastum o.s.fr. Eingin føst skipan fyriliggur hesum viðvíkjandi, sum gott er, og er tað árræði og áhugi hjá lokalum kreftum, sum lyfta hesa uppgávu. Teimum eiga vit at takka.
“Dópsgávan” er eitt íkast til alt hetta, sum longu verður gjørt fyri børnini. Ein skipaður leistur, har øll børn, sum doypt vera í Føroysku Fólkakirkjuni, kunnu fáa gleði av at fáa eina bók í gávu á dópsdegi teirra. “Dópsgávan” er ein barnabókaklubbur, fíggjaður av kirkjuráðunum, sum vegna Føroysku fólkakirkjuna hevur tikið á seg at fylgja børnunum við eini ársgávu á dópsdegi teirra, og soleiðis strimbra undir hin kristiliga barnalærdómin.
Ein gongd leið
Fá byrjan er uttan avbjóðingar, og tað hevur byrjanin av “Dópsgávuni” heldur ikki verið. Fýra ár eru liðin, síðan stovnan, og síðan fyrsta fund hevur nevndin roynt at funnið ein leist, sum á besta hátt kann gagna børnunum og vera til størst gleði fyri prestarnar. Henda leist halda vit okkum nú loksins hava funnið.
Fyrsta bókin til dópsbarnið, verður enn, sum áður, givin tá barnið verður borið til dópin. Ístaðin fyri at áleggja prestunum at halda eina árliga dópsbarnagudstænastu er eitt skriv orðað til foreldrini at fylla út og senda til Jóngerð Mikkelsen, sum tekur sær av, at navn og dópsdagur verða arkiverað. Hetta skriv kann prestur t.d. taka við sær út til dópssamtalu, ella leggja saman við dópsbrævið og fyrstu bókini til barnið. Síðan er tað ábyrgdin hjá “Dópsgávuni”, at barnið fær eina bók um árið á dópsdegi sínum. Talan er um fimm bøkur umframt fyrstu bókina. Hesar verða sendar barninum við postinum.
Tilmeldingarskjal er viðheft undir hesum stubba.
Síðan byrjað er við hesi skipan eru um 115 tilmeldingar komnar í 2016. Hetta eru vit sera glað fyri, og tulka hetta sum tekin um, at hetta er gongd leið.
Vit gleðast um at kunna vera við í hesum arbeiði og vóna at hetta arbeiði kann vera til gleði og signingar fyri børnini og foreldur teirra.
Dópsgávan.pdf(28 KB)
Onnur tíðindi