Skriva út
Dópsgávan
24.03.2014 Tíðindi
Í eina tíð hava børnini verið á breddanum í tí fólkakirkjuliga landslagnum. Samtalan og orðaskiftið hevur varpað ljós á tvinni umráðir. Tað fyrra eru børnini og atlit at barnanna tørvi, fatan og møguleikum. Tað seinra eru børnini sum ein partur av kirkjuliðinum, ið nemur allar aldursbólkar.
Í fólkakirkjuni verða børnini doypt til navns faðirsins, sonarins og heilaga andans. Vaksin, ið ikki eru doypt áður, verða doypt á sama hátt við sama dópi.
Í taluni til faddrarnar verður sagt, at tey kunnu vitna, at barnið er doypt. Faddrarnir verða mintir á, at teir í fráveru foreldranna eiga at hava umsorgan fyri tí einstaka barninum, so tað verður lært upp í hinum kristiliga barnalærdóminum, til tess at tað má verða í Kristi, eins og tað nú í dópinum er gróðursett í honum.
Eyðvitað eiga foreldrini børnini, og tað eru foreldrini, ið fyrst av øllum hava ábyrgd av at uppala børnini. Kirkjan hevur eisini eina medábyrgd, og nú hava hugsjónarfólk í kirkjuni tikið stig til, at skipa ein bókaklubba, ið hevur fingið navnið Dópsgávan.
Dópsgávan skal geva foreldrunum og teim smáu børnunum amboð, ið varpa ljós á kristnu trúnna, so børnini verða lærd, svá Jesus segði: doypið og lærið.
Jóngerð Mikkelsen, ið áður arbeiddi í Nesvík og hevur drúgvar royndir innan bøkur og bókaútgávu á forlagnum hjá Heimamissiónini, hevur tikið stig til Dópsgávuna, ið vit kenna frá grannalondum okkara.
Átakið er eitt fólkakirkjuligt arbeiði, og saman við Jóngerð Mikkelsen, ið er deknur í Gásadali, eru tríggir sóknarprestar í nevndini. Prestarnir eru Maria Jørðdal Niclasen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar og Derhard Jógvansson.
Kirkjuráðini hava fingið áheitan um ella tilboð um limaskap, so øll børn, ið verða doypt í teirra kirkju, fáa eina bók og síðani bøkur.
Talan er um limaskap, og vónandi fara kirkjuráðini, ið enn ikki hava tikið støðu, at svara áheitanini jaliga.
Stutt eftir páskir í ár byrjar bókaklubbin sítt virki. Góða eydnu og Guðs signing.
JF.
Onnur tíðindi