Skriva út

Derhard: - Vit raka tey sum eru kirkjufremmand

08.05.2015 Tíðindi
Derhard: - Vit raka tey sum eru kirkjufremmand

- Eg sá tørvin á at skipa eina gudstænastu, sum rakar ein annan málbólk enn tann, sum vanliga gongur í kirkju ein sunnumorgun.

Soleiðis sigur presturin Derhard Jógvansson, sum síðani í januar mánaði hevur skipað sonevndar G2-gudstænastur (Gudstænasta 2) í Vesturkirkjuni.

Her er talan um eina gudstænastu sum byrjar klokkan 16 sunnudag, og sum í mangar mátar líkist teirri siðbundnu gudstænastuni fyrrapart á degi.

Tað eru tó ávís frávik, millum annað tónleikurin, tekstvalið og tað, at Derhard í prædikum sínum tekur upp vanlig og gerandislig viðurskifti, sum hvør persónur vanliga upplivir og kennir til.

- Men eg vil tó siga, at hetta er ikki ein øðrvísi gudstænasta bara fyri at hon skal vera øðrvísi.

- Eg haldi, at fólki dámar væl at koma til eina slíka gudstænastu, helst tí at hon liggur seinnapart á degi, sigur Derhard Jógvansson.


KIRKJUFREMMAND

Hóast hesar G2-gudstænasturnar eru nýggjar her á okkara landi, so er hetta roynt í fleiri øðrum londum í mong ár.

Sjálvur skrivaði Derhard Jógvansson nakrar greinar í Trúboðaranum, sum er málgagn hjá Heimamissiónini, fyri 12 árum síðani um hetta evnið.

- Eg fekk her hugskotið at skipa eina slíka gudstænastu fyri ”kirkjufremmand kirkjufólk”, sum hann tekur til.

Og hann greiðir víðari frá:

- Tað eru summi, sum eru so sera glað fyri hámessuna sunnumorgun og koma regluliga til hana.

- Men samstundis eru tað fleiri sum søkja eftir, hvussu tey kunnu finna eina gudstænastu, sum tey verða eins glað fyri, sum tey eldru ættarliðini hava verið fyri hámessuna.

SPIKAFEITT UPPLIVILSI

Síðani í januar mánaði í ár hevur Derhard skipað hesar gudstænasturnar eina ferð um mánaðin.
Og líkt er til, at bæði formurin – og ikki minst tíðspunktið – hóvar fólki væl.

Fleiri eru fegin um, at tað er møguligt at fara til gudstænastu klokkan 16. Her er serliga talan um fólk við børnum og yngri tannáringum, sum kunnu hava torført at fara í kirkju fyrrapartin.

- Eg haldi, at eg kann siga, at gudstænastan rakar fleiri í 20 til 40 ára aldri, sigur Derhard, sum eisini hevur fingið góð skoðsmál um hesa gudstænastuna.

- Ja, ein sum var mitt í 20'unum segði mær, at henda gudstænastan var eitt spikafeitt upplivilsi!

LIVANDI TÓNLEIKUR

Tað er tó eisini fleiri fólk omanfyri 40 og enntá omanfyri 60 ár, sum eru fegin um hesa gudstænastuna.

Fyri fleiri teirra er stílurin við livandi tónleiki hóskandi, meðan onnur siga, at møguleikin at koma til altars hevur týdning fyri teg. Og uppaftur onnur siga, at tað er tað sosiala við kirkjukaffinum eftir gudstænastuna sum dregur tey til G2-gudstænastuna.

- Fleiri siga tó, at prædikurnar eru gevandi, tí tær í fyrsta umfari eru ein útlegging av Bíbliuni, samstundis sum tær taka fatur á vanligum viðurskiftum, sum fólk møta í tí dagliga, vísir Derhard á.

Seinasta sunnudag var enn ein slík G2-gudstænasta hildin. Her varð evnið um tað sum Jósef í Gamla Testamenti møtti á síni lívsleið. Við hesa gudstænastuna luttók gospelkórið "Adtineo" við sangi.

Næsta G2-gudstænastan verður sunnudagin 7. juni klokkan 16.

Eftir: Snorra Brend