Skriva út
Derhard prædikar á ólavsøku
14.06.2016 Tíðindi
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju og eftir gudstænastuna niðan aftur á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja, og myndin er talandi. Tað politiska og tað kirkjuliga hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har tað politiska og kirkjuliga vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 9 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Derhard Jógvansson.
Derhard var prestvígdur i Vor Frue kirkju í Keypmannahavn hin 28. august 2008. Í eitt ár var hann prestur hjá Sankta Ólavs kirkjuliði í høvuðsstaði dana. Hann tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi 1. februar 2010.
Vit ynskja Derhardi gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni á tjóðardegi Føroya.
JF.
Onnur tíðindi