Skriva út
Deknaskifti í Nólsoyar kirkju
24.05.2015 Tíðindi
Høgni Thomsen, sum í mong ár hevur verið annar av deknunum í Nólsoyar kirkju, hevur nú heilsan er farin at bila, lagt frá sær sum deknur. Sonja Klein, prestur, takkaði við guðstænastuna hvítusunnudag vegna kirkjuráðið og kirkjuliðið í Nólsoy Høgna fyri trúgva tænastu. Umframt at hava verið deknur, hevur Høgni eisini í nógv ár verið limur í kirkjuráðnum og seinastu 25 árini hevur prestatilhald verið heima hjá Høgna og konuni Annu.
Sonja prestur, bjóðaði somuleiðis nýggja dekninum Evy Toftegaard Nielsen vælkomnari. Evy er upprunaliga úr Fuglafirði, men hevur nú í knapt 15 ár búð í Nólsoy. Evy fer framyvir at røkja deknatænastuna saman við hinum dekninum Unu Hansen, sum omanfyri tríati ár hevur lisið í kirkjuni.
Orð: LH
Mynd: Bjørg Anfinsdóttir Toftegaard
Onnur tíðindi