Skriva út
Deknaskeið í Norðoya vestara prestagjaldi 2017
14.12.2017 Tíðindi
Leygardagin hin 4. novembur skipaði Kunoyar kirkjuráð fyri Deknaskeiði - við vælkenda sjónleikaranum Súsonnu Tórgarð sum skeiðsleiðara - í bygdarhúsinum í Kunoy. Orsøkin til tess var, at Kunoyar kirkja hevur fingið nýggjar deknar, og aðrir deknar eru eisini settir í Norðoya vestara prestagjaldi, sum ikki høvdu høvi til at luttaka á deknaskeiðinum, ið var á Húsum 2015. Tessvegna vóru allir deknarnir í Norðoya vestara prestagjaldi bodnir við.
Deknaskeiðið byrjaði leygarmorgunin kl. 11.00 við nakað av venjing í upphitan og somuleiðis avslappan. Síðani varð farið í holt við liggjandi og standandi raddarvenjingar. Allan dagin varð arbeitt við einstaklinga upplestri.
Luttakarnir vóru ymsa staðni frá, men eisini við skiftandi royndum í deknatænastuni. Summir deknar vóru nýbyrjarar, meðan onkur hevði verið deknur í 30 ár, so ymiskt varð, hvat tey høvdu tørv á at læra og væntaðu sær av skeiðinum.
Men deknarnir vóru allir á einum máli um, hvussu týdningarmikil og krevjandi uppgávan er, tá tað snýr seg um lestur í kirkjum okkara kring landið, tí umframt inn- og útgangsbønir til vanligar sunnudagsgudstænastur, so hava tey alla tænastuna, tá deknagudstæansta er. Og hesar eru ikki so fáar í tali, serstakliga, tá vit koma út á bygdirnar.
Skeiðsluttakarnir vóru sera fegnir um, at arbeitt var einstakt við upplestri av ymiskum tekstum við serligum atliti til bæði at anda- og nýta røddina rætt. Somuleiðis var dentur lagdur á at lesa hart uttan at rópa. Ansast mátti eftir – serstakliga kvinnurnar – at ikki varð farið ov høgt upp í tónanum.
Bæði nýggir og royndir deknar frøddust um at læra og ikki minst at gerast meira tilvitað um avbjóðingarnar.
Sum deknarnir søgdu tað so rætt og satt:
- “Tí hóast tú ert royndur deknur, so kann ein væl vera á byrjanarstigi, av tí at tilvitanin ikki er nóg greið viðvíkjandi lestri og atburði”.
- “Eg kendi meg nógv tryggari um mín upplestur áðrenn enn aftan á skeiðið, tí eg helt, at eg las væl, men skjótt gjørdist mær greitt, at so var ikki. Hetta var sera læruríkt, tí nú havi eg nakað at arbeiða við og hugsa um”.
- “Eg hevði ynskt, at eg hevði havt møguleikan, tá eg byrjaði. Men eri fegin um, at nú er møguleikin tøkur, hóast eg havi lisið nøkur ár. - Hetta var sera læruríkt at gerast tilvitað um nøkur ting viðvíkjandi sær sjálvari”.
Á skeiðinum varð stórur dentur alla tíðina lagdur á, hvussu umráðandi, tað er ikki at lesa ov skjótt – ella ov seint – alt meðan lagt varð eina við at halda røttu steðgirnar í upplestrinum.
Eingin ivi er um, at hetta var eitt avbera mennandi skeið fyri deknarnar. Tey fingu sjálvsálit at stíga fram við sterkari og týðuligari rødd. Afturat hesum gjørdi rætti andingarhátturin sítt til, at fjálturin minkaði, meðan røddin varð spard samstundis við, at deknurin hvíldi í sær sjálvum.
Týdningarmikið er eisini, at skeiðið var ómetaliga fremjandi fyri sosiala samanhaldið. Vit høvdu tað sera stuttligt og hugnaligt saman. Sum ein deknur segði: “At fáa íblástur, og eisini frálíkt at vera saman við deknum úr øðrum kirkjum. Fekk nógv góð ráð og amboð til, hvussu eg kann menna meg í deknatænastuni”.
Somuleiðis vóru allir deknarnir samdir um og søgdu: “Eg fari at viðmæla at skipa fyri og hava eitt slíkt skeið, tí tað er sosialt, lívgandi og lærandi at vera saman – í ymiskum aldrum, har nýggir og royndir deknar eru í felag saman. Tað er so nógv, vit kunnu læra av hvørjum øðrum”. - Tað er tí ikki óhugsandi, at framyvir verður munandi lættari hjá deknum at tala saman til kunningar ella bert geva góð ráð.
Av sonnum eitt væleydnað deknaskeið, ið eg veruliga vil viðmæla øllum kirkjuráðum at skipa fyri bæði fyri - ungum sum eldri!
Orð: Marjun A. Lómaklett.
Mynd: Sigrid Jógvansdóttir
Onnur tíðindi