Skriva út

Deknaskeið á Húsum

19.05.2015 Tíðindi
Deknaskeið á Húsum

Hin 16.05.2015. skipaði kirkjuráðið á Húsum, fyri deknaskeiði, við sjónleikarunum Riu og Súsonnu Tórgarð.
Bodnir við til skeiðið, vóru allir virkandi deknar í Norðoya Vestara prestagjaldi. Íalt møttu 12.
Okkara nýggi prestur Marjun Lómaklett, var á Kallsoynni hetta vikuskiftið og hevði kirkjuligar handlingar, og luttók hon eisini á skeiðnum.

Skeiðið byrjaði uml. kl. 09.00 – í bygdarhúsinum á Húsum. Byrjað varð við morgummati, har vit fingu høvið til at heilsa uppá hvønnannan. Samstundis greiddu Ria og Súsanna frá, hvat var á skránni fyri dagin.
Eftir morgummatin var byrjað við “upphitan”.
Síðani skuldu vit mýkja røddina við “sangi” og “rópi”

Tá alt hetta var avgreitt – vóru vit deild í tveir bólkar. Annar bólkurin við 6 luttakarum fór niðan í skúlan saman við Riu og hini 7 vóru eftir í bygdarhúsinum, hjá Súsannu.

Nú byrjaði so sjálvt lestrar skeiðið.
Allir luttararnir høvdu fingið sær okkurt stykkið at lesa, m.a. úr onkrum evangelii, onkrum epistli og onkur læs eina bøn.

Luttakararnir lósu hetta hart. Tá luttakarin var liðugur at lesa sítt stykki, viðmerktu Ria og Sùsanna - og hinir luttakararnir - henda lesnað.

Viðmerkingarnar vóru ymiskar, m.a. – at onkur skuldi lesa harðari - annar skuldi ikki lesa so hart. Onkur skuldi lesa skjótari og annar ikki so skjótt. – o.s.f.
Eisini onkur viðmerking var til, hvussu vit stóðu – meðan vit lósu.

Tá øll høvdu lisið tvær ferðir og vit høvdu gjøgnumgingið alt tilfarið, fóru øll oman í Húsa kirkju. Her lósu vit enn einaferð, meðan vit stóu á kórsgáttuni, sum til eina vanliga deknaguðstænastu – og sótu hinir luttakaranir niðri í kirkjuni og lurtaðu.

Skeiðið endaði áleið kl. 17.00.

Eitt sera gott og gevandi skeið.
Luttakararnir takka kirkjuráðnum á Húsum fyri at fyriskipa hetta skeiðið, og somuleiðis Riu og Súsannu Tórgarð fyri luttøku teirra. Hetta er heilt vist eitt skeið, sum vit vilja viðmæla øðrum kirkjuráðum at fyriskipa fyri deknum teirra.


Deknarnir í Norðoya Vestara prestagjaldi.