Deiligt at møta fólki - óansæð um tey eru fá ella mong
- Tað búgva bara búgva eini 50 fólk í bygdini. Men tá konsertin byrjaði, vóru 35 teirra møtt upp. Tað var ein stór uppliving, sigur vestmenningurin, Ovin Klein Olsen, sum seinastu 32 árini hevur búð í Danmark. Hann hevur sungið nógv í Føroyum, og syngur framvegis bæði fyri dønum og føroyingum.
Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: Hjørleif Gaard.
KONSERTFERÐ: - Summi fara suðureftir fyri at løða sær battaríini. Men eg geri tað øvugta: Skal eg løða míni andaligu battaríir, ja, so fari eg hin vegin – altso, norðureftir og til heimland mítt, Føroyar!
Orðini eigur Ovin Klein Olsen úr Vestmanna, men sum nú býr í Danmark. Hann hevur verið við í nógvum ymiskum virksemi innan samkomu og kirkju, politikk, ítrótt og annað. Men síðani hann fyri 16 árum síðani gjørdist blindur, hevur hann nýtt tónlistarligu gávur sínar við at syngja og spæla.
Ovin, sum seinni í ár fyllir 70 ár, hevur verið á fleiri konsertferðum í Føroyum, har hann hevur vitjað kirkjur, samkomur og aðrastaðni og vitnað og greitt frá søgu síni, og hvussu ein kemur víðari í lívinum.
Eisini hevur hann hitt ein hóp av fólki og nógvar gamlar vinir. Ja, á Strondum hitti hann ein vin, sum hann ikki hevði sæð í samfull 33 ár.
- Tað var fantastiskt at vitja øll hesi ymisku støðini í Føroyum og uppliva, at tað andaliga lívið trívist væl. Hóast tað kanska bert vóru 10-15 fólk og lurtaðu onkrastaðni, so er Andin kortini hin sami.
- Nú, eg eri á veg aftur til Danmarkar, føli eg meg sera upplyftan. Eg fái eisini andaliga føði, tá eg ferðist soleiðis runt her á oyggjunum og hitti fólk, sigur Ovin Klein Olsen, sum vit hittu umborð á Norrønu ávegis til Hirtshals.
SANGIR UM EITT BREK
Nevnir tú navn hansara, so fara mong beinanvegin at hugsa um sang, tónleik og fløguútgávur. Ovin givið út ein hóp av fløgum seinastu mongu árini, eftir at hann í 2006 vaknaði ein morgunin við teirri ógvusligu staðfesting, at hann var vorðin nærum blindur.
Hann fall tó ikki í fátt, heldur ikki tá ringast stóð til, men tók guittara sín fram aftur og byrjaði at syngja og skriva egnar sangir. Samstundis við hetta byrjaði hann at hava framløgur um sítt lív, har sangir hansara eisini vóru drignir inn í tiltakið.
Ein annar partur av tónleikalívi hansara hevur verið at vitja í heimlandinum fyri at syngja og vitna um Jesus. Hann hevur verið eitt ótal av ferðum í Føroyum, og nú í mars mánaði var hann enn einaferð á vitjan her.
- Hesa ferð hava vit sungið á 12 støðum í teir 10 dagarnar, sum vit hava vitjað her. Um tað hevur verið strævið? Nei, tað veit eg ikki. Eg vil heldur siga, at tað hevur verið stak hugnaligt at ferðast kring oyggjarnar.
- Vit hava verið í størri og smærri bygdum, og hava bara møtt góðvild og hugnaligum fólki. Og tú, - fyri meg hevur tað einki at siga, um tey eru fá ella mong. Tað er bara deiligt at koma út at syngja fyri fólki, vísir Ovin á.
Tað er trúfasti vinmaður hansara, Hjørleif Gaard í Kollafirði, sum hevur lagt hesa ferðina til rættis fyri Ovin og hansara menn.
KIRKJA OG ELDRARØKT
Á konsertferðini vitjaðu teir bæði í røktarheimi, skúlum, samkomuhúsum og í størri og smærri kirkjum. Ein tann minsta kirkjan, teir vitjaðu var hon á Húsum.
- Ja, Hjørleif hevði lagt okkara ferð til rættis, og hevði fingið játtandi svar frá Húsa kirkju. Men vit høvdu kanska ikki teir stóru forvæntningarnar til, at nakað serligt av fólki fór at koma, tí hetta er ein lítil bygd við fáum húsum. Og faktist havi eg bara verið einaferð áður á Kalsoynni, í Syðradali, sigur Ovin brosandi.
- Men her blivu vit av álvara tiknir á bóli. Vit sóu bara, at ein fyri og annar eftir komu inn í hesa lítlu og hugnaligu kirkjuna at lurta eftir okkum. Jú, hetta var ein stór og serstøk uppliving.
- Tað kann vera, at tað bara búgva eini 50 fólk í hesi lítlu bygdini. Men tá vit sungu og spældu fyri teimum, møttu 35 teirra upp. So tað var ikki so galið, serliga tá ið vit somuleiðis sóu allar aldursbólkar í kirkjuni, sigur Ovin.
Og hann leggur aftrat:
- Um undirtøkan hevði verið eins góð allastaðni, so hevði tað verið heilt fantastiskt.
Henda konsertferðin byrjaði í roynd og veru hjá teimum gomlu fólkunum í Vestmanna, í Heiminum á Grønanesi, har bæði pápi hansara og onnur í familjuni hava búð.
- Mær dámar so sera væl at syngja fyri teimum á røktarheiminum í míni heimbygd. Tað er nakað heilt serligt at syngja júst fyri teimum.
- Og um kvøldið sungu vit so í Vestmanna kirkju. Tað er ein sera vøkur kirkja, og har er eisini heilt fantastiskt at syngja, sigur Ovin.
IKKI SMÆÐAST UM JESUS
Tá ein sangari sum Ovin hevur staðið á palli og sungið í øll hesi mongu árini, so krevur tað eisini av honum, at hann hugsar um, hvørjar sangir hann syngur tey einstøku støðini.
Hann hevur sungið á skúlum, missiónshúsum, samkomuhúsum og í kirkjum, og lagar tí sangvalið til høvið. Men hann smæðist tó ikki við Jesus-navnið, og syngur fegin teir góðu og gomlu andaligu sangirnar.
Ovin hevur fyri stuttum givið út tvær fløgur, haðani hann tók gamlar og kendar sangir við, ílatnir ein nýggjan tónlistarligan búna. Hin fløgan er ein samling av tekstum hjá Hjørleif Gaard og Kjartan Stakksund, og sum Ovin hevur gjørt løgini til.
Við sær á ferðini til Føroyar hevði hann hesaferð tveir tónleikarar, nevniliga Jógvan Reyðberg og Jóhan Paula Bech.
- Tað var sera heppið, at teir vóru við. Eg síggi so mikið illa, og havi ilt við at læra meg allar hesar 24 nýggju tekstirnar uttanat, so teir sungu fyri tað mesta.
- Eg royndi so bara at syngja við, tá eg kundi – og sum oftast 2. stemmu, sigur Ovin og brosar.