David umsett Dávid
Nú eru longu fleiri ár síðani at Hans Jacob Joensen, undanfarni bispur, umsetti alla Bíbliuna, burtursæð frá Sálmunum, úr grundmálinum og handaði Føroyska Bíbliufelagnum.
At umseta Sálmarnar er ikki hvørsmans føri, tí umframt at hetta er tekstur úr hebraiskum, so er talan eisini um skaldskap.
Eftir nakað av leitan og áheitan frá Bíbliufelagnum, átók David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum, sær hesa stóru uppgávu í 2018. Hann hevur umframt longu tíðina sum prestur, eisini royndir sum yrkjari og rithøvundur; harav onkur av sálmum hansara eru at finnað í nýggja sálmabókaískoytinum hjá Fólkakirkjuni.
David hevur hesa tíðina arbeitt sera miðvíst við at umseta Sálmarnar, og nú í februar 2020 er setningurin greiddur.
Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu handaðir Føroyska Bíbliufelagnum 20. februar í heimi hansara norðuri á Heiðum í Miðvági.
Føroyska Bíbliufelagið er Dávidi sera takksamt fyri hansara avrik og við hesum er grundarlagið fyri komandi bíbliuútgávuni fullfíggjað.
Ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út á sumri 2023.
Meiri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.