Skriva út
Danskur urguleikari spælir til Summartónar
01.08.2016 Tíðindi
Í røðini av summartónakonsertum verða í hesi vikuni tríggjar konsertir við urgutónleiki. Tað er urguleikarin Poul S. Jacobsen, sum fer at spæla. Poul virkar annars sum urguleikari við Vor Frue Kirke í Aarhus. Á skránni er millum annað nýskrivaður tónleikur av Sunleif Rasmussen.
Sunleif hevur til hesar konsertir skrivað tríggjar urgukoralir yvir løg av Jógvan Waagstein. Fyriskipararnir av Summartónum hava í hesum føri verið so hepnir, at Statens Kunstfond í Danmark hevur játtað at fíggjað framleiðsluna av urgukoralunum. Løgini, sum Sunleif hevur valt sum íblástur til urgukoralarnar, eru "Aldan brýtur", "Fýkur stormur" og "Summarmorgun".
Poul fer eisini at spæla urgukoral av Kára Bæk, kenda stykki Fantasi og fuga í g-mol av J. S. Bach og tónleik av Schumann og av fronsku tónaskøldunum Cesar Franck og Camille Saint-Saëns.
Konsertirnar við Poul Jakobsen verða hesar:
Mikukvøldið 3. august kl. 8 í Sandavágs kirkju,
hóskvøldið 4. august kl. 8 í Fuglafjarðar kirkju og
leygardagin 6. august kl. 11.30 í Havnar kirkju.
Onnur tíðindi