Skriva út

Danska kirkjan hevur gott tak í fólkinum

21.06.2018 Tíðindi
Danska kirkjan hevur gott tak í fólkinum

- Tað er ein lívseig mýta um, at kirkjurnar her í Danmark standa tómar!

Orðini eigur granskarin Karen Marie Leth-Nissen í eini áhugaverdari samrøðu við danska blaðið ”Kristelig Dagblad” í farna mánaði.

Hon hevur sett sær fyri at kanna, í hvussu stóran mun danir gera brúk av Fólkakirkjuni í tí dagliga. Og hon er faktist komin til ta niðurstøðu, at danska kirkjan hevur gott tak í fólkinum.

- Ein orsøk til hetta er, at kirkjan hevur megnað at laga seg eftir tørvinum hjá fólki.

Kanningar hennara vísa heldur hinvegin, at prosentparturin av limum í fólkinum er dalandi, men at gongdin ikki er so ógvuslig sum í øðrum londum.

Nevnast kann, at tríggir av hvørjum fýra dønum eru framvegis limir í Fólkakirkjuni.

VELJA MILLUM TILBOÐ
Hetta eru tey køldu tølini. Men hvat er tað so sum kirkjan ger rætt í mun til at halda fast í limunum?

Ein partur av orsøkini er tann einfaldi, men tó veruligi, at kirkjan í mangar mátar hevur dugað at laga seg til ynski og tørv hjá kirkjufólkinum.

Hyggur ein eftir virkseminum í eini danskari sókn í dag, so sæst týðiligt hvussu nógv ið veruliga er á skránni í kirkjuliga álmanakkanum:

- Hygg bara eftir baby-sálmasanginum, sum er vorðin sera væl umtóktur seinastu 10 árini. Hetta tiltakið hóskar sera væl inn í gerandisdagin hjá nýggjum foreldrum, vísir Karen Marie Leth-Nissen á.

Júst hetta tiltakið er eitt gott dømi um ta broyting í nýtsluni av kirkjuni, sum tað nýggja ættarliðið av vaksnum hevur tikið til sín.

- Hesin bólkurin sær seg sjálvan meiri sum brúkarar, ið velja ella vraka millum mentanarlig tilboð í samfelagnum.

- Fyri tey er fólkakirkjan bert ein av mongum veitarum í einum margfaldum mentanarlandslagi, leggur hon dent á.

SKRÚVUR OG PIZZA
Í gransking sínari vísir Karen Marie Leth-Nissen víðari á, at foreldur í dag taka eina bevísta avgerð um at lata barn sítt doypa. Fyri tey skal ein slík handling geva meining í familjuni.

Hagtølini vísa, at 62 prosent av øllum børnum í Danmark verða doypt. Í Onglandi er sama talið einans 12 prosent.

Hinvegin merkist eisini í kirkjuliga landslagnum, at donsku próstarnir hava ein annan leiðslustíl enn áður. Hesir hugsa meiri um menning og verkætlanir, og skipa fyri tiltøkum, ið venda sær til ein ávísan málbólk.

- Teir fokusera alla tíðina uppá at fáa nakað í álmanakkan, sigur hon.

Í dag kanst tú tí finna so ymisk tiltøk sum skrúvugudstænastur, samrøðu-salongir, ungdómsgudstænastur við pizza og ein hóp av øðrum virksemi.

Tá Karen Marie hyggur yvir kirkjuliga landslagið í Danmark er hon samd um, at fólkakirkjan stendur á tryggari grund – ikki bert í tilvitanini hjá fólki, men eisini í einum samfelagssinnaðum perspektivi:

- Hygg eisini eftir jarðarferðini hjá Heindriki prinsi. Henda jarðarferðin var eitt gott dømi um, hvussu stór samanknýtingin millum kirkjuna og statin í donsku grundlógini í roynd og veru er, vísir Karen Marie Leth-Nissen á.

MILLUM 100 OG 400 Í HOYVÍK
Hesar kanningarnar hjá Karen Marie Leth-Nissen eru víttfevndar og sera áhugaverdar. Vit røkka tí ikki teimum í øllum í eini og somu grein.

Í eini komandi grein taka vit tráðin upp um limatalið í donsku fólkakirkjuni og um, hvussu fá – ella rættari sagt: hvussu nógv! - fólk sum veruliga ganga í kirkju í Danmark.

Vit taka eisini upp ein føroyskan vinkul í hesum sambandi.

- Vit hava onkutíð verið niður ímóti 100 fólkum í kirkju í Hoyvík. Men so kann talið ein vanligan dag fara heilt upp ímóti 400, sigur Theodor E. D. Olsen, sóknarprestur við kirkjuna.

Og hann leggur avgjørdur aftrat: - Tómir kirkjubeinkir eru ein mýta!

Orð: Snorri Brend
Mynd: folkekirken.dk