Skriva út

Dánial: - Ein fátækur sunnudagur um eg ikki havi verið í kirkju

20.05.2023 Tíðindi
0 Dánial Hovuds Klipt

- Her í Mikladals kirkju hava vit eina sera vakra og sigandi altartalvu. Eg siti mangan bara kvirrur og hyggi eftir henni. Altartalvan er altíð sum ein prædika fyri meg, - um at Harrin er við í øllum lívsins viðurskiftum, eisini tá harðast leikar á, sigur Dánial Eliassen, sum er klokkari í kirkjuni.



KIRKJULÍV Í MIKLADALI 1/3: Klokkan er ikki hálvgum tólv, tá klokkarin í Mikladals kirkju kemur í forkirkjuna – hin 77 ára gamli Dánial Eliassen.
Hann veit, hvørjar uppgávur hann hevur at loysa, áðrenn gudstænastan skal byrja, henda 4. sunnudagin eftir páskir. Í dag verður tað Eyðun, ið skal lesa lesturin, men fyri Dánial skal kirkjan gerast klár, líkamikið um prestur vitjar ella deknur er í hansara stað.

Tað er lýtt og fjálgt inni í hesi hugnaligu bygdarkirkjuni. Sálmarnir eru komnir upp at hanga, og nú skulu tey bæði stóru ljósini á altarinum tendrast. Og so var okkurt smáting aftrat, áðrenn hann fer upp í tornið at ringja hesa deknagudstænastuna inn.
Beint sum klokkan er 12 byrjar Dánial at ringja. Deknurin er komin at sita í sínum plássi, og organisturin situr við elektriska klaverið uppi á loftinum, klárur at spæla dagsins preludium.


- Tað betýðir alt fyri meg at fara í kirkju, sigur Dánial Eliassen

Tað kann vera eitt sindur ójavnt við talinum av kirkjufólki. Tey vita, hvussu nógv fólk, ið vanliga koma til gudstænastuna. Men so eru tað eisini tær gudstænasturnar, tá talið brádliga kann bæði fimmfaldast og næstan tíggjufaldast, um ein bussur við ferðafólkum steðgar uttanfyri, tí fólk ætla sær júst í Mikladals kirkju.

Veðrið henda morgunin hevur verið eitt sindur skiftandi: Sólin skínur viðhvørt. So kemur eitt æl. Og løtu seinni er alt avkøvt í mjørka. Soleiðis er føroyska veðurlagið, og soleiðis hava føroyingar bara lagað seg til veðrið.


Tað er kanska júst hetta sum ger, at fyrsti sálmurin í dag, sum er um Guds ótrúliga skapanarverk, hóskar so væl til høvið.


Sungið verður væl við, tá sálmur nummar 25, ”Upp alt, ið Harrin hevur gjørt”, verður sungin. Henda sálmin, sum Brorson yrkti fyri skjótt 300 árum síðani, og sum Christian Matras lat í ein góðan føroyskan málbúna fyri meiri enn 100 árum síðani, í 1920.



 
- Tað betýðir nógv fyri meg at fara til gudstænastu. Eg vil bara lýsa tað soleiðis, at tað er ein fátækur sunnudagur, um eg ikki havi verið í kirkju.
- Sálmarnir eru góðir, og Orðið, sum verður boðað her, ger mær altíð gott, sigur Dánial Eliassen, sum umframt at vera klokkari, eisini er formaður í kirkjuráðnum í Mikladali.

Góður vani
Kring oyggjar okkara finst ein hópur av kvinnum og monnum, sum alt sítt lív hava havt EITT fast á skránni hvønn einasta sunnu- og halgidag í árinum.
Fyri tey er tað at leita sær í kirkjuna ikki nakað tey soleiðis hugsa um. Fyri tey er hetta ikki at meta sum annað enn ein góður og sunnur andaligur vani:
Sunnumorgun verður bara farið í kirkjuna har ein býr, hvussu tað so enn víkur og vendir. Er veðrið ófýsiligt, ja, so letur ein seg bara í eftir tí.



Hetta at koma saman við hinum at vera saman um Guds orð, hoyra teir ymisku tekstirnar úr Bíbliuni lisnar, luttaka í bønini og lurta eftir prædikuni frá presti ella dekni, er nakað sum gevur hesum degi eitt gott innihald og meining.

Ein teirra, sum so avgjørt kemur undir henda trygga og siðbundna vanan er júst Dánial. Hann hevur, um ein kann siga tað so, gjørt sítt heimaarbeiði áðrenn hann skal til sína tænastu sunnumorgun.


Dánial Eliassen er klokkari og formaður í Kirkjuráðnum í Mikladali

- Eg plagi at lurta eftir sendingini ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” í útvarpinum leygarkvøld, har dagsins prædikutekstur verður umrøddur.
- Og ber tað til, og gudstænastan í útvarpinum byrjar ein tíma áðrenn okkara, so fái eg eisini ein part av henni við, greiðir hann frá.

Altartalvan prædikar enn
Í Mikladals kirkju vóru tað tey, altso bæði menn og kvinnur, sum í gjøgnum tíðirnar hava havt tænastu her í samband við gudstænastur.
Men fyri eini 18 árum síðani varð Dánial so spakuliga fyrireikaður til tænastu hansara í heimligu kirkjuni, - hetta at vera klokkari.


Myndin í altartalvuni er av einum føroyskum, fullmannaðum og neyðstøddum áttamannafari í ringum sjógvi, og Harrin, sum úr illveðursskíggjunum kemur teimum til hjálpar

Hann, sum hjálpti honum í gongd við hetta, og legði honum lag á, var eingin annar er Magnus Eliassen, sum tá var klokkari her í Mikladali.
Magnus hevði verið klokkari, men skuldi nú gerast organistur ístaðin, tí hann, sum hevði spælt frammanundan, Karl Hendriksen, var fluttur av bygdini.
Soleiðis bara tað á, at Dánial, sum annars hevði havt lívsstarv sítt á sjónum, gjørdist fastur klokkari fyri 10 árum síðani. Hetta hendi, tá Magnus fekk sær arbeiði í Havn, samstundis sum hann fór úr klokkarastólinum og upp á loft at sita við elektriska orglið.


Myndin av neyðstøddu útróðrarmonnunum er málað í 1949, og er í roynd og veru seinasta verkið hjá Jógvani Waagstein

Her niðri í kirkjuni hevur Dánial nú betri møguleika at skoða og hugsa um ta framúr vøkru og enn meiri sigandi altartalvuna, sum listamálarin og tónasmiðurin, Jógvan Waagstein málaði í 1949, í roynd og veru sama árið sum hann andaðist.

Altartalvan lýsir ein føroyskan bát í havsneyð, millum bylgjur, fullur í sjógvi, har teir átta menninir umborð júst síggja Jesus frammanfyri sær í hesi hættisligu støðuni, sum eitt tekin um, at Hann eisini er nær hjá teim neyðstøddu á havsins bylgjum.


Altartalvan er ein gáva frá kirkjufólkinum í Mikladali

- Henda myndin sigur mær sera nógv, - at Jesus er altíð við, bæði í góðum døgum og tá tað leikar harðast á, sigur Dánial, sum áður hevur siglt bæði við fiskiskipum og farmaskipum.

Lærdur at fara í kirkju
Dánial hevur sum nevnt verið ein trúfastur kirkjugangari alt sítt lív. Hann hevur siglt, men kirkjan hevur verið hansara andaliga heim millum túrarnar.
- Ja, hjá okkum var tað so, at sum børn vóru vit snøgt sagt lærd at fara í kirkju. Og eg gangi enn í kirkju, nú eg eri komin hálva leið til 78, sigur Dánial brosandi.



Dánial Eliassen hevur siglt bæði við fiskiskipi og farmaskipi.

Og hann leggur aftrat:
- Hetta hevur verið mær ein góð barlast at hava við út í lívið á sjógvi og landi. Eg dugi als ikki at fyristilla mær ein sunnudag, uttan at hava verið í kirkju.
- Havi eg av onkrari orsøk ikki verið í kirkju ein sunnudag, - ja, so er tað als ikki sunnudagur fyri meg.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)