Skriva út

- Dagurin er reddaður, tá eg havi verið í kirkju

03.03.2023 Tíðindi
Elmar 1
Elmar Justinussen úr Árnafirði er ein av trúføstu kirkjugangarunum í Føroyum. - Um eg ikki havi verið í kirkju ein sunnudag, so manglar okkurt í, slær hann fast.

Kirkjulív í Árnafirði - grein 5 av 7: - Ja, ein sunnudagur uttan eina gudstænastu, verður ikki tann sami dagurin.
Tað er altíð hugaligt at práta við fólk, ið hava sum vana at koma í Guds hús, so ofta sum tað nú einaferð kann lata seg gera.
Hesi trúføstu kirkjufólkini eru líkasum kjarnin í føroysku fólkakirkjuni. Lítið man vera at ivast í, at spyrt tú runt í teimum ymisku kirkjunum og bønhúsunum kring landið, so finnast tey har allastaðni.

Eitt sum sermerkir hesi trúføstu fólkini er, at tey duga illa at ímynda sær ein sunnudag ella ein heiligdag, uttan at hava verið í kirkju. Fyri tey hevur tað minni at siga, um prestur er, ella tað er ein deknur sum stendur fyri gudstænastuni. Tey fara kortini.

Ein av hesum trúføstu kirkjufólkunum er Elmar Justinussen úr Árnafirði. Hann er ættaður hiðani, men býr í Klaksvík. Hóast hetta, er Árnafjarðar kirkja hon, ið hann vitjar allarmest.
- Ja, her eigi eg mítt fasta pláss. Mær dámar eisini væl at vera til gudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík. Men Árnafjarðar kirkja er líkasum mín kirkja, slær hann fast.
Og hann leggur avgjørdur aftrat:
- Tá eg havi verið í kirkju her, so er dagurin reddaður!

Fólk vitja
Elmar hevur í sínum 60 ára langa lívi møtt nógvum kirkjutænarum og prestum her í heimstaðar kirkjuni – og ikki at gloyma kirkjufólki úr øðrum støðum í Føroyum.


Her uppi við orglið hevur Elmar sítt fasta pláss. - Tað er altíð gott at koma í kirkju, sigur hann.

- Ja, tað er so deiligt, tá man sær, at fólk aðrastaðni frá eisini vilja leita sær í okkara kirkju. Slíkt fegnist eg um.
- Hinvegin, so vil eg eisini siga tað, at tunlarnir Norður um Fjall munnu forða mongum í at koma norður hendavegin.
- Men tað verður kortini munandi øðrvísi og betri, tá vit fáa teir nýggju og tíðarhóskandi tunlarnar í nærmastu framtíð, slær hann fast.

Tað hjálpir sjálvandi nakað uppá støðuna, at ljóskurvar eru settar upp við allar tunnilsmunnarnar. Men tað eru kortini mong, sum illa tora at koyra ígjøgnum teir, hóast henda batan.
Hesa somu forðingina vistu teir gomlu árnfirðingarnir alt um. Skuldu teir til gudstænastu ein sunnudag, var næsta kirkjan hon í Klaksvík, har neyðugt var at ganga ein drúgvan og mangan ótespiligan veg upp um fjøll, bæði fram og aftur.
Broyting kom ikki í fyrrenn í 1937, tá kirkjan í Árnafirði var vígd. Nú nýttist teimum ikki at fara so langa leið, nú teir fingu egna kirkju.

Gott at syngja
Eitt er sjálvandi, at fólk møta trúfast upp til gudstænasturnar. Eitt annað er, at mong hava eftirhondini eisini fingið sær sítt fasta sitipláss á kirkjubeinkinum.
Í so máta er Elmar Justinussen ikki nakað undantak her í Árnafjarðar kirkju.
- Ja, eg havi mítt fasta pláss her uppi við orglið. Eg siti við høgru liðina á organistinum, Theodor, og stuðli honum við at syngja fyri.
- Tað kemur eisini onkutíð fyri, at eg telji ørindini og sigi honum frá, tá vit eru komin til seinasta ørindið, greiðir hann frá.


- Tað er stuttligt at syngja sálmar, tá Theodor situr við orglið. Hann spælir sera væl.

 
Tá hann verður spurdur um, hvørt hann hevur nakran yndissang, so hugsar hann seg væl um. Tað eru nevniliga so nógvir at velja millum.
- Nei, tað er ringt hjá mær at velja nakran burturúr. Men tað er altíð stuttligt at syngja her í kirkjuni, tá Theodor situr við orglið. Hann spælir so sera væl.
- Tá er gott at syngja. Tað finnast nógv góð løg og nógvir góðir sangir.

Veðrið alt at siga
Um Elmar at enda í prátinum skal seta nøkur orð á kirkjuna í Árnafirði, so er hann ikki í iva um, at henda kirkjan hevur havt stóran týdning fyri hann.

Í eini so lítlari bygd er sjálvandi altíð ójavnt, hvussu nógv fólk eru í kirkju ein vanligan sunnudag.

- Ofta eru heldur fleiri fólk í kirkju, tá prestur er her. Og sjálvandi hevur veðrið eisini sítt at siga, um fólk hættar sær frá húsum, um illveður er.
- Her eru nógv eldri fólk, og er veðrið ikki til vildar, so hava tey tá truplari við at fara frá húsum, greiðir hann frá.

Og hann leggur aftrat:
- Soleiðis sum veðrið hevur verið í vetur, hava verið fleiri dagar har ring líkindi vóru at fara í kirkju. Men í dag er veðrið gott og sólin skínur, og her eru vit!

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

Hetta er fimta greinin um kirkjuna og kirkjulívið í Árnafirði. Í 6. og næstseinastu greinini hitta vit ein dekn, ið byrjaði at lesa sum 14 ára gomul.