Skriva út

“Dagsins orð” á Facebook

21.03.2021 Tíðindi
2017.12.10.Úr Vesturkirkjuni - Jan Sørensen tók.jpg

Fyri júst einum ári síðan, 21. mars 2020, byrjaði eg at leggja út andaktir á netið. Hetta helt eg á við í tveir mánaðir. Andaktirnar kallaði eg “Dagsins orð”. Korona hevði rakt landið, kirkjurnar vóru stongdar, og vit prestar hugsaðu í hvør sínum lagi, hvat vit nú kundu gera.

Eg valdi hetta: at taka upp eina andakt við míni fartelefon og leggja hana út á mín facebook-profil. Eg valdi at knýta eitt bíbliuorð til hvørja andakt og taka hana upp eitt stað í náttúruni ella í eini bygd ella býi. Eisini royndi eg at miðja eftir at knýta andaktirnar til støðuna, sum samfelag okkara var komið í.

Tá valdi eg at standa uttanfyri ein stovn í landinum. Bøn var partur av andaktunum og heilsanin: Harrin signi dagin fyri teg. Nú eitt ár er farið, og vit enn eru í korona-tíð, havi eg valt at bjóða Fólkakirkjuni tær á heimasíðu hennara.

Bergur D. Joensen