Skriva út
Covid-19 støðan
24.10.2021 Tíðindi
Nú Covid- 19 aftur av álvara ger um seg, hevur leiðslan í fólkakirkjuni samskift við læknafrøðiliga myndugleikan.
Smittan er serliga útbreidd á ávísum støðum. Sóknarpresturin í einum øki við høgari smittu kann ráðføra seg við leiðsluna, sum tosar við læknafrøðiliga myndugleikan. Er støðan hóttandi, kann leiðslan mæla til, at gudstænastan verður avlýst.
===
Yvirskipað verður mett ráðiligt, at gudstænasturnar verða hildnar við tí varsemi og teimum serligu atlitum, ið vit kenna frá fyrr av, t.d. frástøða og reinføri.
Við tað at smittan serliga ferðast millum børn og ung er tað alneyðugt, at vit eru sera varin, tá ið barnadópur er.
- Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt.
- Mælt verður staðiliga til, at vit longu frá í morgin og allan november doypa børnini uttan fyri vanliga kirkjutíð.
- Í kirkjum/kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli verður hildin í kirkjutíð, verður mælt til, at hann verður avlýstur.
Blíðar kvøður við bøn um Harrans signing.
Tórshavn 23. oktober 2021.
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Onnur tíðindi