Skriva út
Christianskirkjan útferð til Vágarnar
11.05.2016 Tíðindi
Tað er mánamorgun 9. mai 2016, klokkan hevur sligið 9.30. Tveir bussar standa klárir uttanfyri Christianskirkjuni. Fólk fara kát inn í bussarnar, leiðin gongur til Vágarnar. Ferðaliðið telur 60 fólk, tað eru prestarnir Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum, ið eru ferðaleiðarar.
Í bussinum verða sálmabøkur býttar út, og sungið verður av lív og sál úr okkara dýrabæru sangskattum. Lagið er gott á fólkið, sagt verður frá stuttligum søgum, og samansjóðandi látur fyllir bussin.
Komin til Miðvágs fóru vit at vitja í Jansagerði, har Marjun í Kálvalíð prestur stóð fyri okkum og greiddi frá prestagarðinum og Kálvalíð, náðigarðinum. Tað lá ræði fyri hjá henni. Síðani var farið í stásiligu kirkjuna í Sandavági, har Marjun í Kálvalíð fortaldi um kirkjuna, ið av sonnum er verd at vitja.
Nú byrjaði svongdin at gera vart við seg hjá okkum, so leiðin lá vestur á hotellið í Sørvági, har búgvi borð stóð dekkað fyri okkum. Mett og væl sett fóru vit so víðari.
Nú fóru vit av Vágoynni og til Kvívíkar at vitja hugnaligu kirkjuna har. Maria Jørðdal prestur bjóðaði okkum vælkomin, og greiddi frá um kirkjuna, og hvussu tað var at vera prestur í Kvívík. Maria hevði síðani eina andakt fyri okkum, løtan var randað við sangi og gudsorði, ein minnisrík løta. Vit vóru síðani boðin til kaffi í kirkjustovuni. Eftir hetta vóru vit klár at fara í bussarnar og leggja leiðina norðaftur til Klaksvíkar. Tá ið vit komu miðskeiðis í norðoyatunnilinum varð stemma í kenda kvøldsálmin “Nú dagurin at enda er”. Ein væl eydna útferð var at enda komin, og vit fóru glað aftur at húsum.
Onnur tíðindi