Skriva út
Christianskirkjan útferð í Sandoynna.
27.05.2013 Tíðindi
Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði er ein hugnaløta í Christianskirkjuni, har ymist er á skránni. Fyri summarsteðgin er tað vorðið siðvenja at fara eina útferð. Vit hava verið í Vestmanna og í Tórshavn. Í fjør lá leiðin til Reykjavíkar. Og í ár valdu vit Sandoynna. Fleiri høvdu ynski um at fara til depilin “Immanuel” í Skálavík.
Sólin sá henda týsmorgun 14 mai 2013. Bussurin hjá Absaloni Matras stóð við Christianskirkjuna til reiðar at taka ímóti fólki. Hýrurin var góður, ferðaliðið taldi 40, tá ið hurðarnar á bussinum fóru aftur, og kósin var sett móti Gomlurætt, har Teistin skuldi føra okkum yvir um fjørðin. Tað var nakað av aldu í sjónum, men vit komu yvirum í øllum góðum.
At koyra á tí vøkru og grønu oynni var ein fragd fyri eygað. Tá ið komið var til snotiliga og ljósa depilin í Skálavík stóð borðreitt. Eftir eina góða máltíð fóru vit heim á Sand, har ringt var saman til guðstænastu. Nakað av fólki í oynni hevði leitað sær til guðstænastu, har Hanus á Gørðum prædikaði. Áðrenn byrjað varð, greiddi Jákup R. Hansen, sóknarprestur, frá hesi søguligu kirkju. Áhugavert var at lýða á.
Eftir gudstænastuna var stórur spenningur, tí leiðin lá til Dals. Øll vóru ikki so glað fyri hæddirnar, nú koyrast skuldi við einum so stórum bussi. Nøkur valdu at vera eftir, og heimasandsfólk vóru sera blíð. Gestirnir vóru bodnir inn til væl dekkað kaffiborð.
Vakrar eru oyggjar okkara. At koyra til Dals var framúrskarandi, og so at koma suður á Hamarsenda, har Dalsbygd dagaði undan, var ein fragd fyri eygað.
Á Eirikisgarði høvdu hjúnini Oddvør og Jóhannes saman við Vilhelminu dekkað kaffiborð, og prátið gekk listuliga. Farið varð yvir í ta vøkru og hugnaligu Dalskirkju, har Jóhannes greiddi frá søgu kirkjunnar, óførur frásøgumaður. Løtan endaði við, at Vilhelmina, urguleikarin, setti seg við urguna og vildi hoyra kirkjuliðið í Christianskirkjuni syngja. Fyrst varð sungið ”Eg sigla man yvir lívsins hav”, og síðani “Harranum lovið”. Sálmasangurin ljómaði yndisligur, løtan var hátíðarlig, ein rík uppliving. Væl dugdi Vilhelmina at leiða sálmasangin.
Nú var nátturði í Skálavík á breddanum. Men skráin var ikki liðug enn. Vit fóru oman í kirkjuna í Skálavík og hoyrdu klokkaran, Torfinn, greiða frá kirkjuni. Túrurin rúmaði tað andaliga eins og tað tímiligu. Avtalað var gjørd við Brynju, ið hevur klædnahandilin í Skálavík, um at hava opið kl.20.00. Bussurin koyrdi niðan og kvinnurnar vóru grammar. Flestu teirra komu útaftur við posa í hond.
Nú var gjørt klárt til kvøldsetu, har Poul Jákup Thomsen kom at siga frá skemtisøgum úr oynni. Væl lá fyri hjá honum, skelliláturin rungaði. Saman við Alex Sólstein á flygil og Poul Jákupi á fiól sungu vit nakrar av góðu fosturlandssangum okkara. Huglagið var gott millum manna. Løtan endaði við andakt og sálminum:“ Ver tú hjá mær”. Eftir ein frálíka góðan dag fóru fólk nú at møðast og sum tíðin leið at leita sær til songar.
Næsta morgun vaknaðu vit til ein vakran dag. Sólin sá, og leiðin lá nú til Húsavíkar, har Hanus undir Leitinum bæði væl og livandi greiddi frá kirkjuni og øðrum søguligum í bygdini. Síðani var døgurði.
Nú var tíð at venda norður aftur til Klaksvíkar. Ein góður og minniligur túrur var at enda komin.
Orð: Hanus
Fleiri myndir
Onnur tíðindi