Skriva út

Christianskirkjan 50 ár.

18.06.2013 Tíðindi
Christianskirkjan 50 ár.

Hin 7. juli 1963 varð Christianskirkjan vígd, og kunnu vit sostatt í komandi mánaða hátíðarhalda, at kirkjan fyllir 50 ár.
Christianskirkjan hevur stóran týdning fyri kirkjufólkið í Klaksvíkar sókn, sum javnan leita til kirkjunu til guðstænastur, eins og hon fyri kirkjufólkið er ein miðdepil í sorg sum í gleði.
Kirkjan er sermerkt byggilistarliga, og er sum ein varði fyri Klaksvíkar bý. Hon er kend víða um, serliga fyri sína vøkru altartalvu. Nú til 50-árahaldið hevur altartalvan fingið eina høvuðsumvæling, og stendur hon nú við klárum litum, sum tá ið hon varð málað í 1901.
Eisini verða nýggir stólar gjørdir til kirkjuna, og verða teir tiknir í nýtslu uppundir hátíðarhaldið.
Og boðskapur okkara er, at vit gera nógv burturúr við ymiskum og serligum tiltøkum í eina viku.

Familjuguðstænastu sunnudagin tann 30. juni. Seinnapartin tann dagin letur ein framsýning upp í kirkjuni, sum lýsir byggingina og søgu kirkjunnar. Seinni um dagin verður nýgjørt og stórbært listarverk avdúkað í kirkjukjallaranum. Um kvøldið verður felagsmøti.
Síðani heldur vikan fram við fleiri spennandi tiltøkum. Millum annað, kemur kenda danska sjónleikarakvinnan Lone Hertz at hava upplestur úr Opinberingini mánakvøldið 1. juli, og kendi danski urguleikarin Finn Evald fer at hava eina urgukonsert týskvøldið 2. juli. Konsert verður við Klaksvíkar Hornorkestri og Kirkjukórinum í Christianskirkjuni mikukvøldið 3. juli. Hóskvøldið 4. juli verður umgdómsguðstænasta og fríggjadagin 5. juli verður hugnaløta har Jógvan Fríðrikson bispur hugleiðir.
Hátíðarhaldið endar so sunnudagin 7. juli við hátíðarmessu fyrrapartin og um kvøldið verður gospelkonsert.
Nærri verður lýst um hátíðarhaldið í vikuni frammanundan.
Christianskirkjan