Skriva út

CHILL Í ARGJA KIRKJU

04.05.2016 Tíðindi
CHILL Í ARGJA KIRKJU

HVØRT MIKUKVØLD KLOKKAN SJEY SAVNAST 11, 12 OG 13 ÁRA GOMUL BØRN Í ARGJA KIRKJU, HAR TEY FÁA HØVI AT SPÆLA, HOYRA SØGUR, GERA MAT OG ANNARS STUTTLEIKA SÆR SAMAN VIÐ JAVNALDRANDI Í EINUM TRYGGUM OG LÍVGANDI UMHVØRVI.

DERHARD JÓGVANSSON, MAI 2016

Mikukvøld er ein miðjan apríl mánað og børn í 5., 6. og 7. flokki byrja so spakuliga at savnast í Argja kirkju um sjey tíðina. Hetta várkvøldið er veðrið gott, so børnini spæla uttanfyri. Tey eru von at hittast við og í Argja kirkju mikukvøld. Hetta hava tey gjørt síðani eftir heystfrítíðina, tá ið eitt nýtt tiltak byrjaði í kirkjuni. Eitt tiltak til júst henda aldursbólkin. Tað hevur fingið heitið Chill og verður sipað til at taka tað róligt. Væl hóskandi til børn í hesum aldri, sum jú mangan ferðast ígjøgnum gerandisdagin við rúkandi ferð. Hvørt mikukvøld klokkan sjey kunnu tey taka tað róligt frá gerandisdegnum við at hittast í Argja kirkju og vera saman við javnaldrandi á ein øðrvísi hátt.

Jógvan Reynslág er ein av stigtakarunum til hetta tiltakið. Hann sigur, at umleið 15 til 20 ung plaga at møta til Chill. Byrjað varð við hesum tiltaki, soleiðis at kirkjan hevði okkurt til hesi, sum eru vorðin ov gomul til sunnudagsskúla. Eitt vanligt kvøld gongur fyri seg soleiðis, at børnini møta um klokkan sjey og neyðturviliga verður ikki byrjað við nøkrum stundisliga. Tey skulu hava loyvi at spæla eina løtu. Er veður til tað, spæla tey uttanfyri, men inni ber eisini væl til, tí so nógvir møguleikar eru í Argja kirkju. Umframt spøl umkring borðini hevur verið roynt við at spæla tónleik og annað.

Vit royna at fáa onkran á vitjan hvørt mikukvøldið, sum kann siga frá onkrari søgu úr Bíbliuni. Sóknarprestar og leikfólk. Sjálvandi kann tað verða trupult at fáa hesi fittu børnini í júst hesum aldrinum at sita still eina løtu, men tað er gott við einari stuttari søgu ella andakt. Tey tora væl at seta spurningar og koma við viðmerkingum, so tað skal ein vera fyrireikaður til.

Nakað, sum børnini halda vera sera stuttligt við hesum kvøldum í kirkjuni, er matgerðin. Tey fáa nevniliga loyvi at hjálpa til við at baka køkur og gera annan mat, sum tey so eta, áðrenn farið verður til húsa umleið klokkan hálvgum níggju.

Øll børn, sum ganga í 5., 6. ella 7. flokki, eru vælkomin at vera við til Chill, sum er hvørt mikukvøld klokkan sjey í Argja kirkju. Meira fæst at vita um hetta tiltakið við at vitja heimasíðuna hjá Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum: www.koma.fo.