Byrjaðu við kirkjurúminum
– Hugskotið til nýggju kirkjuna á Glyvrum byggir á, at tú fært eitt modernað kirkjurúm, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á alt inni í kirkjuni, og at hon síðani verður innkapslað í ein form, sum tolir veður og vind, sigur Árni Winther, arkiktektur, ið greiðir frá um kirkjuna, ið nú verður prosjekterað.
Tað eru eini 15 ár, síðani arkitektakapping var um at tekna eina nýggja Glyvra kirkju. Síðani eru árini liðin, har kirkjuráðið hevur roynt at fingið sín part av fíggingini til vega, so ikki fyrr enn nú er komið so mikið áleiðis, at nýggja kirkjan á Glyvrum verður prosjekterað.
Á sumri í 2007 varð greitt, at tað var arkitektavirkið Árni Winther Arkitektar, ið hevði vunnið kappingina. Men hóast tað ikki longur er til sum sjálvstøðugt felag, men partur av arkitektavirkinum, SNA, er Árni Winther framvegis við í tilgongdini, millum annað saman við dóttir síni, Ingu Katrin Winther Næs.
– Nakrar tillagingar eru gjørdar síðani tá í sjálvum prosjektinum, tí tað eru ymisk krøv og viðurskifti, sum er arbeitt inn í tað, vit sita við nú. Men tá ið vit teknaðu kirkjuna til kappingina, var tað ein øgiliga áhugaverd uppgáva, greiðir Árni frá.
– Hetta var øðrvísi enn at tekna eina rúgvu av skrivstovum við síðuna av hvørjari aðrari, tí hetta var ein heilt onnur stødd.
Herfyri var sáttmáli undirskrivaður millum kirkjuráðið og SNA um prosjekteringina, sum longu er farin í gongd. Árni Winther sæst standandi hendur í favn miðskeiðis á myndini.
Mynd: SNA
Skal rigga til øll høvi
Árni Winther minnist aftur á tíðina, tá ið júst henda avbjóðingin fylti nógv á teknistovuni, og serliga eru nøkur viðurskifti, ið skjótt fingu týdning fyri arbeiðið, tí umráðandi var at tekna eina kirkju, ið hóskaði til dagsins samfelag.
– Ein sovorðin kirkja skal jú rigga til bæði vanligar sunnudagar við ikki so nógvum fólki og høgtíðsdagar við fullari kirkju. Tú skalt kunna rúma báðum, so tað hvørki virkar ov tómligt ella ov fult. Tí arbeiddu vit við kirkjuskipi og lofti, so fleiri fólk kunnu koma inn, og tí teknaðu vit eitt kirkjuloft í hvørjari síðu, sigur hann.
– Eisini krevst í eini kirkju í dag øgiliga gott pláss inni í kór, so vit vildu hava tað ljóst og rúmligt. Í summum av eldru kirkjunum er ikki serliga nógv pláss. Eisini vildu vit gera forkirkjuna rúmliga og soleiðis, at inngongdin varð væl vard frá teimum ringastu ættunum.
Orglið í núverandi Glyvra kirkju kann byggjast út, og kann eisini krevja eitt sindur av plássi, tí so kunnu koma nakrar rættiliga langar pípur afturat: – Men eisini akustikkurin í tí førinum øgiliga nógv at siga, so longu frá fyrsta degi vildu vit tryggja okkum ein góðan akustiskk, sigur Árni.
Aftur at øllum hesum verður so eisini ein kirkjukjallari, ið kann brúkast til sunnudagsskúla, ervi, konfirmantar og annað, so kirkjan kann verða ein natúrligur partur av býarlívinum.
Grundtankin hevur hildið
– Tað er hugaligt og stuttligt at síggja, at grundtankin enn er tann sami og at hann hevur hildið, hóast hesi 15 árini eru farin. Sjálvandi hevur tíðin mýkt tingini upp á ein máta, men hetta hevur ikki víst seg bara at hava verið ein løtumynd, tí skapið og formurin hava hildið, sigur Árni Winther.
Royndi arkitekturin, ið millum annað eisini hevur teknað katólsku Mariukirkjuna í Havn, heldur tað eisini hava týdning at fara í holt við eina slíka uppgávu við eyðmýkt, tí eitt sovorðið hús kemur at standa í øgiliga langa tíð.
– Eitt bygningsverk sum hetta verður tó ikki gjørt uttan ein eldhugaðan byggiharra, sum hevur viljan og sær nyttuna í tí. Annars verður tað ikki til nakað, men har má eg siga, at tey á Glyvrum veruliga hava viljað tað og eru ongantíð givin á hondum, sigur Árni Winther.
– Í øllum tí, sum vit gera, er talan um verkætlanir, ið byrja sum eitt hugskot, og við tíðini verður tað brádliga álvari við betong og maskinum og so er tað liðugt. Tá ið tað er komið so langt, livir tað sítt egna lív og má standa sína roynd.
Kirkjan teknað úteftir
Summi hava kanska undrast á, hví nýggja kirkjan á Glyvrum skal vera so fýrakantað, heldur enn at hava eina meira traditionella útsjónd, men tað sigur arkitekturin vera eitt tilvitað val, ið eisini hevur nakað við umstøðurnar kring bygningin at gera.
– Avbjóðingin er sjálvandi at fáa tað at síggja virðiligt út í býarmyndini, so vit hava ikki hugsað nakað háfloygt sum ein katedral, men heldur hava vit roynt at hildið okkum til kringumstøðurnar, ið ikki akkurát eru til tað, tú annars kundi hugsað tær í eini gamlari býarmynd, sigur Árni Winther.
– Tað byrjaði við einum hugskoti um, hvussu fært tú eitt modernað kirkjurúm, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á tað, ið skal vera inni í kirkjuni, og at hon síðani verður innkapslað í ein form, sum tolir veður og vind. Eisini hava vit raðfest ljós, tilfar og annað, sum skal vera inni.
Prosjekteringin er nú farin í gongd og verður ætlandi liðug í oktober mánaði, og síðani er klárt at bjóða alt prosjektið út. Sum skilst, verður alt boðið út í einum.
Orð: Hilmar Jan Hansen