Skriva út

Byrja hósdagin við morgunsangi í Fuglafirði

26.10.2017 Tíðindi
Byrja hósdagin við morgunsangi í Fuglafirði

Hóast flestu av okkara kirkjum í stóran mun eru bygdar til at rúma teimum vanligu kirkjuligu tænastunum, so kunnu tær kortini eisini rúma øðrum virksemi.
Vit kenna til gudstænastur av ymiskum slagi og til ymiskar aldursbólkar, umframt sjálva hámessuna sunnudag, sum hóast alt er hon ið hevur havt størstan týdning..
Men so hevur ein eisini á øðrum støðum kring oyggjarnar valt at víðka um tey tilboðini, sum kirkjan kann veita kirkjufólkinum á staðnum.
Í fleiri kirkjum bjóða tey eitt nú til vøggusang ávísar morgnar í vikuni, har foreldur við smábørnum kunnu koma saman at syngja og annars hava eina góða løtu saman í kirkjurúminum.
Og so eru tað uppaftur onnur støð, sum her í Fuglafirði har ein seinastu 2-3 árini hevur bjóðað til morgunsang í kirkjuni annanhvønn hósdag, soleiðis sum skipanin er nú.
Soleiðis varð somuleiðis gjørt ein hósdag fyrr í hesum mánaðinum, har so mong sum 40 fólk sungu sálmar saman.
- Øll eru vælkomin til henda morgunsangin. Men tað vísir seg, at tey flestu sum koma eru pensjónistar, sigur sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen.

GÓÐU GOMLU SÁLMARNIR
Í eini vanligari gudstænastu sunnumorgun eru tað í stóran mun tónleikurin og sálmasangurin sum bæði fylla nógv og eiga sín natúrliga part í skránni, saman við prædikuni.
Nógv dáma væl at koma í kirkjuna at syngja teir góðu og gomlu sálmarnar. Men tað er ikki hjá øllum at tað ber til at møta í kirkju ein sunnumorgun, - ella kanska er tað júst tí, at fólk møta upp bæði til gudstænasturnar og morgunsangin hósmorgun í Fuglafjarðar kirkju. Tey vilja fegin syngja enn meiri!
Morgunsangurin byrjar klokkan 10, har tey syngja fýra sálmar saman. Á skránni er haraftrat upplestur og sjálvandi eisini ein bøn til dagin. Og so enda tey við drekkamunni og morgunbreyði í kirkjukjallaranum.
- Tíðspunktið ger sjálvandi sítt til, at tað mest eru pensjónistar sum møta upp, leggur prestur aftrat.

SO TRÚFØST
Hóast tað eru mangar aðrar kirkjur, ið eins væl kundu hýst einum slíkum tiltaki, so eru tey í Fuglafirði í øllum førum farin undir hetta við morgunsanginum.
Millum tey sum seta tíð av og møta regluliga til henda morgunsangin er ein bólkur frá sonevnda ”Doktarahúsinum” í Fuglafirði. Hetta er eitt dagtilhald fyri eldri fólk við demensi, sum hava sett tað fast á sína vikuskrá at møta upp til morgunsangin.
Sjálv sær presturin, Anne Mette nakað virðismikið í at hava henda morgunsangin annanhvønn hósmorgun.
- At byrja dagin í kirkjuni við sangi og hava møguleika at tosa saman, meðan ein fær sær morgunkaffi, - ja, tað hava vit ikki sunnudagar.
- Og henda eina dagin vóru tey enntá so heppin at fáa óvæntaða vitjan, tá ein skúlaflokkur kom á gátt og sang nakrar sangir fyri okkum. Eg haldi avgjørt, at fólk eru fegin um hetta tiltakið, sigur Anne Mette Greve Klemensen.


Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Anne Mette Geve Klemensen