Skriva út

Byrja dagin í kirkjuni – og so út at renna

05.04.2018 Tíðindi
Byrja dagin í kirkjuni – og so út at renna

SUNNUR SUNNUDAGUR: Seinastu mongu árini hava vit upplivað eina sanna bylgju av fólki, sum ikki kunnu vera dagligu venjingina ella sín dagliga rennitúr fyriuttan.

Heilsa og umhvørvi eru orð, sum vit hoyra hvønn einasta dag. Og hyggja vit okkum um, so eru tað tey sum bara hoyra hesi orðini, uttan at lata tey við seg koma. Men so eru tað onnur, sum veruliga ynskja at seta dagsskránna við hesum.

Kring oyggjarnar hava vit fleiri felagsskapir sum hava heilsu og umhvørvi sum síni hjartamál. Og so eru tað aðrir einstaklingar, sum umvegis eitt áhugafelag vilja føra hetta út í lívið.

Ein teirra er klaksvíkingurin, Finn Johannesen sum er giftur og býr í Vági. Umframt dagliga virksemi sítt, so er hann virkin í virkna rørslufelagsskapinum Hvistan í Suðuroy.

Vit hava áður nevnt serstøku kirkjurenningina á nýggjárinum sum Hvistan skipaði fyri. Nú hava tey sett sær onnur og størri mál fyri í vár: At renna hvønn sunnumorgun í samband við kirkjugongd í einari av bygdunum í Suðuroynni.

- Hetta tiltakið er fyri øll, óansæð um tú hevur hug at ganga, renna, trilla ella súkkla, sigur Finn Johannesen.

Fyrsta renningin verður longu sunnudagin, tá ein túrur úr Sumba til Vágs er á skránni.

FRÍSK LUFT
Á nýggjárinum skipaði Hvistan fyri eini renning, sum byrjaði í kirkjuni í Vági og endaði í kirkjuni í Porkeri.

Hugskotið at hava eina slíka renning í Suðuroy kom frá Finn Johannesen, sum í roynd og veru sjálvur ætlaði at gera henda túrin ársins seinasta dag.

- Eg segði øðrum frá – ja, og soleiðis byrjaði altso kirkjurenningin í Vági fyri átta árum síðani, greiðir Finn frá.

- Mær hevur dámað væl at runnið, og tá eg soleiðis hevði hug at fáa eina fríska byrja uppá ein ofta drúgvan dag - nýggjársaftan - so helt eg tað vera frálíkt við hesum túrinum.

Nú er so avgerð tikin um at víðka hesa renningina til fleiri kirkjur í oynni. Lagt verður soleiðis til rættis, at ein í nøkrum førum byrjar við morgunkaffi, áðrenn farið verður í kirkju, fyri síðani at fara túrin millum tvær kirkjur ella bønhús.

Hugskotið hevur ligið í eina tíð, men er so ein endalig skrá gjørd. Byrjað verður longu sunnudagin, tá vitjað verður í Sumba.

- Ja, vit byrja her við morgunkaffi fyri bygdafólkinum og teimum ið koma við á túrin, frá kl. 11.30 í skúlanum. Síðani er gudstænasta kl. 12.30 í Sumbiar kirkju, og so verður farið á rennitúrin ein tíma seinni.

- Í Føroyum spælir veðrið altíð inn, men vit hava lagt upp til, at viðrar tað, so verður farið um
Hestin og líka til Vágs kirkju, greiðir hann frá.

PRÆDIKA INNI OG ÚTI
Sum virkin rennari dugir Finn væl at síggja tað góða í at vera úti í Guds fríðu náttúru.

Eitt av hugskotunum aftanfyri hesar morguntúrarnar sunnudag er at koma runt í Suðuroynni.

Samstundis fær ein høvið at steðga á og hugsavna seg um vøkru náttúruna, áðrenn farið verður sjálvan túrin út í náttúruna.

Tað er tó ikki bert renning á skránni, tí miðað verður somuleiðis eftir at syngja fleiri góðar og kendar sálmar á túrinum.

- Hesir sálmar verða so eisini sungnir við gudstænastuna. Soleiðis kunnu teir gera sítt til, at allur túrurin – bæði úti í náttúruni og inni í kirkjurúminum, gerast ein prædika, sigur Finn.

Og hann leggur í sama andadrátti aftrat:

- Stuttligt hevði verið, um aðrir rørsluhugaðir prestar bæði í og av oynni høvdu lagt leiðina til Suðuroyar onkran av hesum døgunum.

KIRKJUR OG BØNHÚS
Tað er sum nevnt Rørslufelagið Hvistan sum skipar hesi serstøku kirkjurenningini. Tað eru eisini tey sum skipa fyri, tá Føroya Sunnasta 1/2-marathon er á skránni.

- Vit ynskja í fyrsta lagi at skipa fyri hesum tiltøkum, so fleiri fólk skulu koma higar at uppliva okkara vøkru náttúru. Samstundis fáa tey ein framúr góðan møguleika at vitja kirkjur og bønhús, áðrenn farið verður ein frálíkan túr í vøkru Suðuroynni, slær hann fast.

Sambært skránni so verður lagt til brots nú sunnudagin 8. apríl, tá runnið verður úr Sumba til Vágs.

Skráin er annars henda:
15. apríl: Av Leiti til Porkeris
22. apríl: Úr Vági til Hovs
25. apríl (Flaggdagur): Úr Øravík til Fámjins
10. mai (Kristi Himmalsferðardagur): Úr Porkeri til Vágs/Lopra
13. mai: Úr Hovi, um Hovsegg, til Øravíkar
21. mai (2. hvítusunnudagur): Av Tvøroyri til Hvalbiar
27. mai: Úr Hvalba til Sandvíkar


Orð: Snorri Brend
Savnsmynd: Rørslufelagið Hvistan