Skriva út
Bygdu fýra kirkjur í senn
02.04.2013 Tíðindi
Árið 1863 er eitt merkisár í Føroya kirkjusøgu. Fyri 150 árum síðan vórðu ikki færri enn fýra nýggjar kirkjur bygdar í senn. Í bygdum, sum tó áður vóru kirkjubygdir – í Húsavík, Nólsoy, Sandavági og Mykinesi
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Árini 1829-1899 vórðu 37 nýggjar kirkjur bygdar í Føroyum, mest í bygdum, sum áður høvdu havt kirkju. Tann fyrsta í hesum 70 ára tíðarskeiði er Hvalvíkar kirkja, tann síðsta Hattarvíkar kirkja, sum báðar enn eru í brúki.
Eftir aldarskiftið 1900 vórðu fleiri kirkjur niðurtiknar og bygdar av nýggjum, og fleiri komu aftrat í bygdum, sum ikki áður høvdu havt kirkju. Millum hesar nýggju kirkjubygdirnar kunnu t.d. nevnast Leirvík, Sandvík og Hestur.
Ein kirkja, sum varð niðurtikin og ikki uppafturbygd, er tann í Dímun.
Í summum bygdum, sum ikki hava havt kirkju, hevur prestur kortini havt gudstænastu. Tað kundi t.d. vera í onkrum rúmsáttum húsi, og eftir at skúlar komu, varð í kirkjuleysum bygdum hildin gudstænasta í teimum, har annars lestur varð lisin sunnudagar.
Onkur skúli hevði enntá torn við klokku – t.d. í Øravík, Elduvík og Tjørnuvík; tann fyrsta av hesum hevur í dag bønhús, hinar báðar kirkju.
Annars var heimalestur sunnudagar, antin hvørt húski einsæris ella felags, har fólk úr øðrum húsum leitaðu inn í eitt ávíst hús í bygdini.
Hitt mikla byggiárið
Í áðurnevnda tíðarbili ‒ 1829-1899 ‒ er árið 1863 tað, ið mest hevur verið lagt fyri innan kirkjubygging, tí ikki færri enn fýra kirkjur vórðu tá bygdar í Føroyum, allar í gomlum kirkjubygdum. Tað var í Húsavík, Nólsoy, Sandavági og Mykinesi.
Í øllum bygdum kýttu menn seg við at fáa arbeiði frá hondini áðrenn veturin kom. Fyrstir vóru nólsoyingar; teirra kirkja varð vígd 2. august. Síðan Húsavíkar kirkja, ið varð vígd 13. september. Húsavíkar kirkja var størri enn Nólsoyar kirkja, men Nólsoyar kirkja var málað innan og uttan; tað var hin ikki.
Ein mánað seinni, 13. oktober, skrivar J. J. Fr. Svendsen, prestur í Vágum, Andreasi Djurhuus, prósti (Sandagerði), bræv og sigur frá, at kirkjurnar í Sandavági og Mykinesi eru lidnar. Hann gremur seg um vánaliga heilsu og ber seg undan at fara vestur til Mykinesar, nú liðið er so langt út á árið. Vanliga vígdi prósturin kirkjurnar, men kundi eisini heita á sóknarprestarnar um at gera tað. T.d. bað N. J. Struer, próstur (Vágum), Peter Thomsen, prest í Ónagerði, fara til Hattarvikar í 1833 at víga nýggju kirkjuna har. Somu áheitan hevði Djurhuus próstur givið Svendsen presti – um at fara til Mykinesar at víga nýggju kirkjuna har, tá hon var liðug.
Sandavágs kirkja verður vígd 8. november 1863. Men Mykinesfjørður er streymharður og tiltikin fyri sjóvarilsku og Mykines er herviligt brimpláss – ikki minst á vetrardegi í illveðri – so henda kirkjan varð ikki vígd fyrr enn várið eftir, 20. mars 1864.
Kirkjurnar í Húsavík og Nólsoy standa uppi enn og eru í brúki, men tær í Sandavági og Mykinesi gjørdust ikki gamlar. Longu tíggju ár eftir at kirkjan í Mykinesi var bygd, fór hon so illa av illveðri, at neyðugt var at taka hana niður og byggja av nýggjum. Nýggja kirkjan varð vígd í 1877.
Fyrst í farnu øld var fólkatalið í Sandavági vaksið so nógv, at kirkjan var alt ov lítil. Tí varð hon við bert reiðiliga fimmti árum á baki tikin niður og tann prýðiliga verandi kirkjan varð vígd 27. apríl 1917; sama dag sum Fr. Petersen, próstur, andaðist í Keypmannahavn. A. C. Evensen, prestur í Sandoy, vígdi kirkjuna.
Sama ár tók A. C. Evensen við sum próstur, men tað var stokkuta stund, tí á heysti hetta árið doyði eisini hann. Føroyar lógu nú í próstaloysi til Jákup Dahl varð útnevndur til próst í 1918.
Nýggjur byggisiður í uppkomu
Um tær báðar kirkjurnar, bygdar í 1863, og sum enn standa, Nólsoyar kirkja og Húsavíkar kirkja, er tað at siga, at tann fyrra er takt við fløgusteini og hevur hválv, tann seinna er takt við nævur og flagi og hevur opið tróður. Men tað verður skorið av í erva av hanabjálkum og loft lagt oman á teir.
Í neðra eru veggirnir av gróti, tvílaðaðir. Og her hendir ein broyting, sum byrjar við kirkjuni í Saksun 1858 og verður mangar staðir vanlig mannagongd komandi árini, men misjavnt er, hvussu væl hon roynist.
Húsavíkar kirkja fekk innan bert tveir litir: ómálaður viður, tróður, stólar o.s.fr., og hvíttkálkaðar veggir. Hetta hevði við sær, at kirkjan kendist so hóvlig og lítillátað og lætt savnaði sinnið til andaktskenslu.
Nólsoyar kirkja var eins og kirkjurnar, ið bygdar vórðu tjúgu ár frammanundan, úr viði, men er hinvegin eitt tekin um, at ein nýggjur byggisiður er í uppkomu her á landi. Í mun til hinar bygdarkirkjurnar bregður Nólsoyar kirkja frá vanliga húsasniðinum í Føroyum. Her hendir nakað heilt nýtt; vindeygu bogað í erva og tróðrið fjalt av hválvi; og innan er kirkjan málað.
Líkt er til, at føroyingar – ávirkaðir av prestum og byggikønum uttaneftir – hava fingið eyga á tær prýðiligu miðaldarkirkjurnar úti í stóru verð. Hesar steinkirkjurnar verða nýttar sum fyridømi til okkara smáu timburkirkjur.
Bogað í ervað má eitt stórt tigulsteinsvindeyga vera í erva, um tað skal halda, men eitt timburvindeyga er skilabest at gera beint tvørturum í erva, tí tá fæst tað tætt og heldur so nógv betur.
Um nólsoyingar hava havt nevniverdar trupulleikar av leka, tori eg ikki at siga. Í øllum førum ‒ um so hevur verið ‒ er ein í nýbygging og í umvælingararbeiði í dag bæði tøkniliga og við tettingartilfari so nógv betur útgjørdur enn fyri hundrað og fimmti árum síðan.
Tó, so fegnir vóru føroyingar komandi árini fyri hesar bogar, at allar kirkjur drúgva tíð fingu hválv og rundbogað vindeygu. Ja, enntá eisini Havnar kirkja, sum síðan hon varð bygd í 1788 hevði havt ferhyrnt vindeygu, fekk við umbyggingini í 1865 rundbogað vindeygu.
Og tað vita vit, at hesi vindeygu stundum hava likið illa í erva – millum klædning og karm – og vórðu bæði nógv dýrari at gera og at røkja enn tey ferhyrntu vindeygyuni.
Estetiskt hóska rundbogað vindeygu betur til ein steinbygning og tey ferhyrntu betur til ein træbygning.
Tó, tað er ikki byggisið ei heldur byggitøkni, ætlanin var at greina her, men at bera teimum ein takkarsong, sum gjørdu tað bragd, at byggja ikki fyrri enn fýra kirkjur í senn fyri 150 árum síðan og gera 1863 til eitt merkisár í Føroya kirkjusøgu.
Húsavíkar kirkja er ein av teimum fýra kirkjunum, sum vórðu bygdar í 1863. Saman við Nólsoyar kirkju stendur hon sum ein varði yvir teir, sum gjørdu tað bragd at byggja so mangar kirkjur í senn fyri 150 árum síðan og gera 1863 til eitt merkisár í Føroya kirkjusøgu. Hinar báðar kirkjurnar, í Mykinesi og Sandavági, gjørdust ikki gamlar; tann fyrra fórst av skaða, tann seinna varð tikin niður, tí hon varð ov lítil
Onnur tíðindi