Skriva út
Búmerkjakappingin hjá Santa Ólavs kirkjuliði av og vinnarnir funnir
24.11.2014 Tíðindi
Í septembur útskrivaði føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn kapping um búmerki til kirkjuliðið. Áhugin at royna seg tykist at hava verið góður.
Kirkjuráðið setti eina dómsnevnd við 8 fólkum: sniðgevararnir Rói Winthereig í Skopun og Poul Erik Lykkegaard í Gentofte, listafólkini Vígdis Petersen og Amariel Norðoy, Bergur Jacobsen prestur og kirkjuráðslimirnir Sigrid Witt og Marjun Reines og formaðurin í Føroyska kvinnufelagnum í Keypmannahavn, Asley Højgaard. Poul Erik hevur í ein mansaldur verið beinasamur og góður ráðgevi t.d. í Føroya Banka, Føroyar í fokus og í Føroyahúsinum.
Kappingin varð lýst í nógvum fjølmiðlum: føroyskum bløðum, á facebook, á heimasíðum, í tíðindabrævi hjá Føroyahúsinum, í føroyskum og donskum feløgum og listaskúlum og í Kristeligt Dagblad. Vinningarnir fyri trý tey bestu uppskotini vóru ávikavist 10.000, 3.000 og 1.000 kr.
Tá ið tíðarfreistin var farin, vóru 86 uppskot innkomin, sum vórðu opnað 5. oktobur, tá ið tey flestu í dómsnevndini fingu møtt. Tað var hugtakandi og kveikjandi at síggja, hvussu luttakararnir á ymsan hátt høvdu roynt at loyst uppgávuna. Búmerkið skuldi sipa til kristnu trúnna, vera einfalt og lætt at kenna aftur, og eingin tekstur vera á.
Vinnarin av føroyskum fólki
Hóast dómsnevndin var sera fjølbroytt í samanseting, vóru limirnir mest sum á einum máli um nr. 1 og 2. Hans Chr. Andreassen, nevndur HC, gjørdist nr. 1. Hann býr í Keypmannahavn. Nr. 2 var Vibeke Kampert í Keypmannahavn og nr. 3 Hans Kjær, listamaður í Rudkøbing á Langeland. Vinnarin, 26 ára gamli Hans Christian (HC), er sonur Marionnu Andreassen úr Hornabø í Havn og Jóannes Petersen úr Klaksvík. Hann er í læru sum skiltiteknikari hjá Creasign.
Poul Erik Lykkegaard grundgav valið av nr. 1 við orðunum:
”Førstepræmien gives for det mest gennemarbejdede og velargumenterede forslag i et moderne, dynamisk formsprog. Symbolet udtrykker det kristne budskab og kan aflæses på flere planer.
Formen er overraskende og let genkendelig. Mærket kan nemt implementeres i alle størrelser, teknikker og materialer.”
Kirkjuráðið í Santa Ólavs kirkjuliði, sum nú eigur øll uppskotini, fer í næstum at taka støðu til, um eitt av teimum trimum vinnarabúmerkjunum skal gerast búmerkið hjá kirkjuliðnum.
Kirkjuliðið brátt 100 ár á baki
Onkuntíð um ella eftir 1900 fóru føroyingar í Keypmannahavn at hava føroyskar gudstænastur, men hetta vita vit lítið um. Í 1915 tók ungi presturin, Gudmund Bruun, stig til gudstænastur á føroyskum máli. Tað var mest sum óhoyrt tá á døgum. Gudmund sjálvur var danskur prestasonur, føddur í Miðvági, vaks upp í Sandagerði, men var bert 6 ár, tá foreldrini fluttu til Bornholm. Tað ótrúliga hendi, at júst hesin danski drongurin slóðaði fyri føroyskum kirkjumáli, yrkti sálmar og skrivaði lestrar á føroyskum. Hóast Gudmund í 1923 gjørdist prestur á Fyn og seinni próstur har, kom hann hvønn mánað til sín deyðadag til Keypmannahavnar at hava føroyska gudstænastu í kirkjuliðnum, sum tey kallaðu Santa Ólavs kirkjulið. Í novembur næsta ár eru 100 ár, síðani Gudmund fór til verka. Tí er kirkjuráðið farið undir at fyrireika nøkur tiltøk til hátíðardagin.
PS. Nr. 1 gjørdist búmerkið hjá Santa Ólavskirkjuliði
Á kirkjuráðsfundi 2. novembur samtykti kirkjuráðið einmælt, at búmerkið, sum fekk fyrstu heiðurslønina, skal vera búmerkið hjá kirkjuliðnum. Tað fer at vera sjónligt á heimasíðuni, brævpapíri, brævbjálvum og aðrastaðni.
Onnur tíðindi