Skriva út
Búmerkjakapping
17.09.2014 Tíðindi
Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Santa Ólavs kirkjulið, útskrivar hervið kapping um búmerkið til kirkjuliðið. Ein og hvør kann luttaka.
Kappingartreytir:
Búmerkið sipar til kristna boðskapin, er eyðkent og týðiligt, antin tað er endurgivið lítið ella stórt og antin tað er í litum ella svart/hvítt. Einki navn ella heiti er á búmerkinum.
Ein dómsnevnd við fakfólki innan list, grafikk/sniðgeving, gudfrøði og kirkju velur trý tey bestu uppskotini og raðfestir tey.
Virðislønirnar eru: nr. 1. 10.000 kr., nr. 2. 3.000 kr. og nr. 3. 1.000 kr.
Kirkjuliðið eigur tey innkomnu uppskotini og ger av, um eitt av teimum trimum úrvaldu verður búmerkið ella ikki.
Tíðarfreist og sending:
Uppskotið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. oktobur 2014 kl. 16.
Uppskotið verður lagt í ein brævbjálva fyri seg, og ein seðil við upplýsingum um avsendara (navn, addressa, tlf. og mail) verður lagdur í ein annan brævbjálva. Sama frámerkið verður sett uttan á hesar báðar brævbjálvarnar, sum verða lagdir í ein brævbjálva uttan avsendara á og sendur til niðan fyri nevndu adressu (og merktur SÓK). Óreglulig sending kann verða vrakað.
Luttakararnir fáa boð um úrslitið í viku 42.
Santa Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn
c/o Jovina Dalsgaard, formaður
Kirkebjerg Allé 7
2720 Vanløse
Onnur tíðindi