Skriva út

Brot úr hugleiðingum á ferð oman av Oljufjallinum

13.04.2020 Tíðindi
ESJ.jpg

Hiðani skal uppreisnin byrja. So er gamalt, og tí hava jødarnir longu í fornøldini lagt uppfyri, tá kirkjugarðar og gravstøð vórðu vald. Oman brekkuna móti Kedrondalinum liggja stórir jødiskir kirkjugarðar. Bæði nýggjari og elligamlir.

Vit fara úr bilinum og eftir at hava parlamenterað við einar tveir-tríggjar arabarar, sum vilja selja myndir av Jerusalem og annað, teir hava í skjáttuni, finna vit eina gøtu oman móti Getsemane.

Men her eru gravir á vegnum. Gamlar profetagravir, sum enntá standa merktar við skeltum við gøtuna. Og longri niðri finna vit bæði grøv Absaloms og Zachariasar. Um talan er um profetin Zacharias, ella um faðir Jóhannes Doyparans, eru menn ikki á einum máli um. Og vit lata teir kjaksast um tað uttan her at taka dagar ímillum, hvør hann var, sum her varð grivin. Men ovari liggja gravir teirra profetanna Haggai og Málaki, sum vit ætla at vitja. Men portrið er stongt, og okkurt stendur á einum lepa, sum vit, fremmandamenninir, ikki duga at lesa.

Tað goyr ein hundur einastaðni har inni millum húsini. Ein stórur schaefari, sum gongur leysur í einum innihegnaðum garði millum gamlar komfýrar, burturtveitt køliskap og rustaðar takplátur.

Ferðaleiðarin bankar á einar dyr, og ein blídlig, yngri kona kemur í dyrnar. Har verður tosað - á arbabiskum máli, sigur ferðaleiðarin okkum seinni - og fyri fimm sheklar - einar sjey-átta krónur- kemur hon at lata okkum portrið til gravirnar upp.

Vit fara inn í eitt stórt helli, har fleiri síðugongir eru. Smærri gravhelli, rokna vit út. Myrkt er, sum vera man, og eingin er lyktin, so vit fara ikki longri inn, enn dagslýsið røkkur.

Her er gott pláss. Minnir ikki sørt um kópalátrið innanvert Miðvágsurðina. Tó er ljósari inni her, tí hurðaopið er størri. Og kvirrari eisini. Sum í grøvini.

Her hava teir valt sær gott gravstað, gomlu profetarnir. Ovast á oljufjallinum. Tað seinasta, sum skuggi kom á, tá sólin sakk í vestri.

Og sum eg standi soleiðis og hyggi at hurðini, kemur hendan kenslan upp, at soleiðis fer tað at verða á uppreisnardegi. Hetta bjarta ljósið, ið fer at streyma niður í grøvina.

Ikki so galin tanki í grundini-

Orð og mynd: Edvard í S. Joensen.