Breyð til heimin
Sunnudagin í miðføstu hoyra vit í kirkjunum um breyð av himni og manna í oyðimørkini, ið gav Ísraelsfólki mettuna í neyð og trongum tíðum. Vit hoyra evangeliska boðskapin um, at Jesus mettar stóran mannaskara. Vit hoyra, at Jesus er lívsins breyð.
Tað er siðvenja í fólkakirkjuni, at talvan henda sunnudagin gongur fyri arbeiðið hjá Neyðhjálp fólkakirkjunnar undir heitinum Breyð til heimin.
= = =
Í løtuni er støðan í Evropa spent, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Støðan er ræðandi, og ukrainar flýggja um háls og herðar frá húsi og heimi. Fólkið í Ukraina hevur tørv á bráðfeingis neyðhjálp, og flóttafólkunum í grannalondunum hjá Ukraina tørvar hjálp av øllum handa slag.
Undirritaði er fegin um, at fólkakirkjan í farnum tíðum eins og í 2022 gevur teimum neyðstøddu úti í heimi gætur. Tað er okkara kristna kall. Tað er okkara kristna skylda móti líðandi næsta okkara burturi og heima.
Talvan gongur miðføstu sunnudag
Biskupur heitir á kirkjuráðini og prestarnar um at bera so í bandi, at talvan gongur fyri Breyð til Heimin sunnudagin í miðføstu.
Neyðugt er at varpa ljós á hesa innsavning sunnudagarnar framman undan. Sammett við tíðina í undanfarnu øld hava vit væl færri dagar í kirkjunum, har talvan gongur. Vit eru komin nakað burtur frá talvuni, ið er aldargomul í okkara kirkjuskipan, ja var heilt afturi í templinum í Jerúsalem.
Tað er gott, at vit minna hvør annan á okkara kall til hjálp og tænastu. Harafturat er tað hóskiligt, at kirkjan og fólkið undir gudstænastuni eru í bøn fyri teimum neyðstøddu.
Iktys
Innsavnaði peningurin verður latin teimum at umsita, ið dagliga gera eitt kristiligt og manngott arbeiði í endurnýtsluhandlinum Iktus í Vágsbotni. Tey eru trúføst og hava fingurin á pulsinum og samstarva við Neyðhjálp fólkakirkjunnar í Danmark.
Tøkk
Takk fyri tykkara holla gerning í kirkjunum gerandis og heilagt. Ynski tykkum Guðs frið og gleði í arbeiðinum og Jesu frið í hjørtunum.
JF