Brennir fyri fyribyrgjandi arbeiðinum
Nýggi aðalskrivarin í Bláa Krossi, Edva Jacobsen, gleðist yvir at vera komin í gongd í starvinum. Hon sigur, at er tað nakað, sum veruliga brennur uppá hjá henni, so er tað fyribyrging og aftur fyribyrging.
– Tá ið eg fór at hugsa meg um, um eg skuldi søkja starvið, setti eg meg eitt sindur inn í nøkur ting. Millum annað kom eg eftir, at Blái Krossur er ein øgiliga stórur felagsskapur, staðfesti hon í løtuni eftir móttøkuna fríggjadagin, tá ið ein rúgva av fólki var komið at ynskja henni blíða byr og at takka undanmanni hennara, Dakko Petersen.
– At vera leiðari hjá 400 sjálvbodnum og 30 løntum fólkum havi eg tað ordiliga gott við. Tað mest umráðandi má alla tíðina vera at síggja tað einstaka menniskja og at møta øllum, so tey føla seg verd og vird fyri tað, tey gera.
Náa menniskju tíðliga
Edva hevur sjálv verið limur í Bláa Krossi í mong harrans ár, og tann vegin hevur hon fylgt arbeiðinum frá síðulinjuni, og millum annað hevur hon verið nógv til fundir hjá Bláa Krossi.
– Eg má siga, at eg veruliga eri imponerað av, hvussu bæði Blái Krossur og aðrir felagsskapir náa menniskju tíðliga, segði hon og trekti – kanska uttan at hugsa um tað í løtuni – upp á sínar royndir og eygleiðingar frá sínum arbeiði í fleiri ár sum løgtingskvinna.
– Tær almennu skipanirnar kunnu vera ordiliga góðar, men her ber til skjótari at koma til hjá tí, sum hevur brúk fyri hjálp, tí jú fyrr vit kunnu lofta menniskjum, jú betri er tað. Vit kunnu jú øll koma soleiðis fyri, at vit hava brúk fyri tí, og trupulleikarnir raka jú eisini tey, sum eru rundan um hesi.
Brenna fyri eini sak
– Har sum eg eri, vil eg altíð vera fullhjartað, og hetta starvið síggi eg sum eitt spennandi og gevandi arbeiði, har tú fært møguleika at møta tí einstaka menniskjanum. Og er tað nakað, sum veruliga brennur uppá hjá mær, er tað fyribyrging og aftur fyribyrging, segði Edva Jacobsen.
Í hesum samband nevndi hon eisini, at tað serliga hevur týdning at seta inn millum tey ungu. Og tá ið tað kemur til viðgerðina, fyribyrgingina og ávegishúsið, hetta at hjálpa fólki víðari út í lívið, so kundi hon ikki lata at vera at nevna tey sjálvbodnu.
– Ikki minst hugsi eg eisini um teir sjey handlarnar kring landið, ið verða riknir av sjálvbodnum, sum koma ólønt at hava handlarnar opnar hvønn einasta dag, tí tey brenna fyri eini sak. Tað er veruliga rørandi, at tað skal lata seg gera, at øll hesi lyfta í felag.
Orð: Hilmar Jan Hansen/Myndir: Árni Øregaard