Børnini gjørdu henda serstaka krossin
- Tað er als ikki óvanligt við krossum í einum gudshúsi. Men hesin krossurin her í Æðuvík hevur kortini sína serstøku søgu: Hann er nevniliga gjørdur av barnahondum, sigur Ovi Brim, sóknarprestur í Nes prestagjaldi.
Orð & mynd: Snorri Brend/folkakirkjan.fo.
ÆÐUVÍK 5/5: Fert tú inn í eina kirkju, so skalt tú neyvan leita serliga leingi, fyrrenn tú bert eyga við ein kross. Hesir kunnu verða ymiskir, bæði í stødd og liti. Á summum hongur hin krossfesti Kristus, meðan aðrir krossar eru tómir.
Í so máta er einki serligt við missiónshúsinum í Æðuvík. Har hongur eisini ein krossur. Men hesin krossur hevur sína serstøku søgu. Tað eru nevniliga barnahendur, ið hava málað hann. Talan er um ein kross við níggju plátum í serstøkum litum og við Sigmundar-krossinum í miðjuni.
Ikki er lætt at siga frá, hvat hvør einstakur puntur skal lýsa, men fyri kirkjufólkið her hevur tað minni at siga. Henda krossin hava nevniliga børn í útibarnagarðinum gjørt.
- Vit kunnu gamaní ikki avrika frelsuna av nýggjum, tí hana avrikaði Gud við Jesusi einaferð fyri allar, og í so máta kunnu vit heldur ikki skapa ein kross.
- Men kortini, so liggur tað okkum øllum á at bera boðskapin um tann krossfesta Jesus Kristus til øll menniskju, og her eru tað altso barnahendurnar, sum eru tær ið prædika. Tað haldi eg er bæði serstakt og gott.
Og hann leggur afturat:
- Sum kirkja, so vilja vit leggja dent á kristna barnauppaling, so at trúgvin fær neyðugu føðina til varðveitslu. Nú eri eg ikki nakar námsfrøðingur, men eg haldi meg hava skilt, at tað er gott at læra ymsar vegir, og her hava børnini kunna lært um krossin og tað, ið hendi har, meðan tey hava ferðast í tí kreativa.
ALTÍÐ OKKURT NÝTT
Sum skilst omanfyri, er hetta fimta og seinasta greinin eftir vitjanina hjá kirkjuliðnum í Æðuvík fyri fimm vikum síðani.
Endamálið var at lýsa eitt kirkjulið í eini bygd har eingin kirkja er, men har tey kortini javnan savnast til gudstænastu í staðbundna missiónshúsinum.
Hóast her einans búgva 110 fólk, er talan kortini eitt sterkt kirkjulið, sum trúfast leitar sær í gudshúsið, tá kallið gongur út um at nú er gudstænasta.
Soleiðis var eisini henda sunnudagin 6. februar, tá tey vóru 25 fólk í kirkju. Tykkara útsendi frá heimasíðuni hjá fólkakirkjuni hitti fleiri teirra, sum vóru til gudstænastuna.
Nú eru vit komin til seinasta part á hesum sinni, og umrøða hesa ferð ein týdningarmiklan lut í einumhvørjum gudshúsi – eins og hann er tað í kristna heiminum yvirhøvur: Krossurin.
Tað serliga við krossinum í Æðuvík er, at hann í veruleikanum er gjørdur av fleiri mannahondum – ella rættari sagt: fleiri barnahondum.
- Hetta er eitt verk, sum børnini í útibarnagarðinum ”Víkin” hava gjørt til missiónshúsið, greiðir Ovi Brim frá. - Hetta er eitt verk, har ein altíð sær okkurt nýtt í.
EINGIN KIRKJA
Tað eru helst fleiri, sum undrast á, hví ein bygd sum Æðuvík, við sínum vaksandi fólkatali, ikki hevur egna kirkju. So langt eru tey ikki komin enn, í øllum førum.
Hinvegin var í 70'unum dúgliga arbeitt og savnaður inn peningur til bygging av einum missiónshúsi í tveimum hæddum, og sum varð vígt í 1983.
Hetta missiónshúsið hevur síðani verið karmur um tiltøk av ymiskum slagi, og hevur haraftrat eisini verið partur av barnaansingini hjá Runavíkar kommunu.
- Húsið hevur verið til stóra gleði og signing fyri fólkið í bygdini, eingin ivi um tað. Men eg haldi at ein bygd sum Æðuvík eigur at hava eina kirkju. Í Føroyum eru nógvar lítlar bygdir, ið hava kirkjur. Hesar bygdir vóru ivaleyst fólkaríkari, tá ið kirkjurnar vórðu bygdar.
- Vit samgleðast sjálvandi við teimum um kirkjur teirra. Men tá Æðuvík er ein bygd við yvir 100 fólkum, og her verður bæði útstykkjað og bygt nýtt, ja, so haldi eg, at tíðin er búgvin at hugsa um at byggja eina kirkju her. Eg meti eisini, at fólkið hevði verið fegið um tað.
Tað var nú ikki alt hetta, sum henda greinini skuldi snúgva seg um, men heldur um tað listaverkið, sum virknar barnahendur kundu fáa av skafti, tá tey vera fangað av einum góðum hugskoti.
- Hetta, sum tey lótu úr hondum, talar enn í dag til øll tey, sum leita sær til kirkjugongd í missiónshúsinum.
EINGIN OV LÍTIL AT HJÁLPA
Í Runavíkar kommunu var støðan soleiðis um aldamótið, at tørvur var á stovnsplássum til vaksandi talið av børnum í bygdunum.
Missiónshúsið í Æðuvík stóð tømt um dagin, og soleiðis bar tað til, at ein barnagarður fekk heimstað her. Hetta var í roynd og veru ein útibarnagarður, men børnini høvdu sjálvandi eisini sítt virksemi innandura.
Ein av hesum døgunum var soleiðis avrátt, at børnini skuldu evna nakrar plátur til og lita tær eftir egnum íblástri. Hesar skuldu síðani savnast og setast saman til tann krossin, sum enn hongur her og hevur sína prædiku hvønn einasta sunnudag. Aftanfyri hvørja plátu standa nøvnini á teimum børnunum, sum vóru við í hesum átakinum.
- Eg haldi, at hetta er ein heilt ótrúliga sigandi krossur, sum tey lótu úr hondum. Ja, tað er so, sum sangørindið sigur so greitt, at ”eingin er ov lítil sum vit hjálpa til, vit øll kunnu gera nakað sum Gud vil”.
- Hesin krossurin var ein máti hjá børnunum at vera við í tí, at ganga Guds ørindi her á jørð, og minna okkum onnur á høvuðsinnihaldið í kristnu trúnni, sum Jesus Kristus og hann krossfestur, vísir Ovi Brim at enda á.
- - - -
(Hetta er fimta og seinasta greinin um kirkjulívið í Æðuvík. Fyrsta greinin stóð her á heimasíðuni 11. februar 2022. Onnur greinin kom út 20. februar, triðja greinin 24. februar og fjórða greinin 4. mars).