Skriva út

Borgny er prestur hjá føroyingum í Keypmannahavn

19.06.2018 Tíðindi
Borgny er prestur hjá føroyingum í Keypmannahavn

Føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, sum fyrr helt til í Samuels kirkjuni, flutti í januar 2013 til Hans Egede kirkju, ið liggur á horninum Vordingborggade / Vardegade.

Presturin fyri føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn var í mong ár Bergur Jacobsen, men seinastu tvey árini hevur Borgny Brünings-Hansen verið prestur. Borgny er ættað úr Dali og er dóttir Oddvør og Jóanes Johannesen.

Útyvir at vera prestur í Hans Egede kirkju, vitjar Borgny eisini á Ríkissjúkrahúsinum og á føroyska Sjúklingahotellinum á Venøgade - Eisini tekur hon sær av øðrum líknandi vitjanar- og umsorganartænastum.

Kirkjuráðsformaður fyri føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn er Martin Fjallstein. Tey hava eisini ein dugnaligan organist, Johan Sigvard Jensen, sum hevur eitt gott kór, ið stuðlar væl undir felagssangin í kirkjuni.

Eftir guðstænastuna í dag, varð, sum vanligt, boðið til eina hugnaløtu í einum síðubygningi til kirkjuna við køkum, kaffi og góðum práti. Hugaligt var at hoyra tey sóknast eftir fólki, sum vanliga plagdu at vera við til guðstænastuna, men sum í dag ikki vóru við – kendist sum ein góð ”famlija”, ið heldur væl saman.

Føroysk guðstænasta er tvær ferðir um mánaðin í Hans Egede kirkju. Borgny, prestur er fitt og fyrikomand, hólig av lyndi og hevur av góðum grundum ein góðan og vakran málburð.

Tó at tey byrjaðu at byggja kirkjuna í 1923, varð hon ikki liðug bygd fyrr enn í 1930. Ein hugnalig og ljós kirkja við góðari ljóðgóðsku og vakrari altarmynd – í kirkjuni kunnu sita 240 fólk.

Fleiri myndir her:

Orð og myndir: Dávur Winther