Skriva út

Bøn fyri Ukraina og føstugudstænasta í Sørvágs kirkju

02.03.2022 Tíðindi
DSC09721.JPG

Í samband við føstuguðstænastuna í kvøld 02.03, verður bøn fyri Ukraina í Sørvágs kirkju.

Vit byrja kl. 19.30, har fólk hava høvið til at skriva bønir fyri Ukraina, sum verða lisnar upp í kirkjuni.

Urgan spælir meðan vit skriva, og ein løta í kvirru og bøn verður eisini.

Kl. 20.00 verður føstuguðstænastan. Aftaná guðstænastuna verður drekkamuður í kirkjuhúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sørvágs kirkja