Skriva út

Bøn fyri Ukraina í Vesturkirkjuni í kvøld

01.03.2022 Tíðindi
Vesturkirkjan28.jpg

Týskvøldið, 1. mars, kl. 19.30 skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina.

Vit biðja fyri friði og framtíð fyri tað ukrainska fólkið og øllum teimum, sum eru rakt av krígnum.

Heri J. Joensen, Bergur D. Joensen og Derhard Jógvansson taka lut.

Jens Marni Hansen framførir við sangi og spæli.

Høvi verður at fáa eina samrøðu.

Drekka verður aftaná.

Øll eru vælkomin!

Prestarnir