Skriva út
Bókaumrøða: Sankta Ólavs kirkjulið 100 ár – føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn 1915-2015
16.03.2016 Tíðindi
Herfyri varð bók givin út um Sankta Ólavs kirkjulið, sum júst kundi hátíðarhalda ta fyrstu øldina, meinigheitin hevur virkað.
28. november 1915 helt Gudmund Bruun ta fyrstu føroysku guðstænastuna í Keypmannahavn. Annan jóladag 1938 varð føroysk guðstænasta útvarpað í Danmarks Radio, og er hetta eisini gjørt hvørji jól síðani.
Bókin er skipað í fleiri partar. M.a. verður nortið við søguna um Gudmund Bruun og føroyska kirkjuliðið í tíðarskeiðnum frá 1915 fram til 1956, tá Gudmund Bruun andaðist. Bergur Jacobsen, prestur, skrivar soleiðis um hendan merkismann: “Gudmundur hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska kirkjumálið. Er Jákup Dahl próstur faðirin at føroyska kirkjumálinum, so er Gudmund Bruun honum næstur. Bæði skaldskapur og týðingar hansara hava havt alstóran týdning fyri seinni skaldskap. Hann prógvaði, at tað bar væl til at boða gleðiboðskapin á móðurmálinum og at hava alla gudstænastuna á hesum máli”.
Oddur Hansen skrivar um Hitt føroyska kristiliga ungmannafelagið í Keypmannahavn og um stríðið fyri at fáa føroyskan prest, tá tíðarskeiðið 1957-1971 verður umrøtt. Hesa tíðina røktu fleiri føroyskir prestar embætið.
Hann skrivar eisini um tíðarskeiðið 1971-1995, ið hevur fingið yvirskriftina: Dreymurin um føroyska kirkju í Keypmannahavn. Árið 1971 varð flutt úr Vartov í Sámals kirkju, og hetta árið tók Petur Andrew Petersen við sum prestur. Hesa tíðina vóru uppskot frammi um at byggja føroyska kirkju í Keypmannahavn, men ætlanin bleiv slept.
Oddur Hansen eigur eisini partin í bókini um tey seinastu 20 árini 1995-2015, tá Bergur Jacobsen røkti kallið.
Martin Fjallstein greiðir í einum broti frá um allar tær kirkjurnar, Sankta Ólavs kirkjulið hevur húsast í: Abel Cathrinu kirkju, Kirkjustovan í Nikolaj kirkju, Mariukirkjuna, Vartov kirkju, Sámals kirkju og Hans Egede kirkju.
Í bókini er ein farvælheilsan frá kirkjuliðnum til Berg Jacobsen, sum nýliga gavst sum prestur í Keypmannahavn, og eisini eru fleiri heilsanir til kirkjuliðið á 100 ára degnum.
Fjórði kapittul í bókini kallast Einstakir minnisglottar við 100 ára kvøðu – frá einum takksomum brúkara. Virgar T. Dalsgaard hevur skrivað ta kvøðuna.
Eisini er samrøða við Tóru Dahl Sandberg, og ein onnur samrøðu við Sonju Beder f. Kærbech, Ingibjørg Kristiansen f. Poulsen og Anitu Hilduberg f. Jacobsen.
Kirkjuliðið gevur sjálvt bókina út, og ritstjórnað verkinum hava Martin Fjallstein og Oddur Hansen.
Bókin er tvímálslig. Hon er skrivað á bæði føroyskum og donskum, og er sett upp soleiðis, at føroysku og donsku teigarnir standa lið um lið á blaðsíðunum. Nógvar myndir eru – eldri sum nýggjar – eru at finna í bókini.
Fororðini hevur Jovina Dalsgaard, nevndarforkvinna í Sankta Ólavs kirkjuliði, skrivað.
Theodor Eli Dam Olsen
Onnur tíðindi